Í dag er Norðurlandahúsið karmur um afturvendandi lestrartiltakið, Markleys Útbúgving, sum skal upplýsa og vegleiða ung um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar, sum eru.
Kunnað verður um útbúgvingar, farast kann undir eftir miðnámsskúlan, bæði í Føroyum, Danmark og longri úti í heimi, og tað eru Altjóða Skrivstovan, Meginfelag Føroyskra Studenta, Lestrarvegleiðarafelagið og lesandi, ið skipa fyri tiltakinum.
Roknað verður við umleið 700 fólkum til tiltakið, sum er í tveimum, so tað í dag er ætlað fráfaringarflokkunum á miðnámsskúlunum, og í kvøld frá klokkan hálvgum átta er ætlað øllum áhugaðum.
Hetta er tíggjundu ferð, at skipað verður fyri Markleysari Útbúgving, og ikki er neyðugt at tekna seg til tiltakið.
Hoyrið samrøðu við Holger Arbjerg niðanfyri: