Ung kvinna í Sisimiut skuldsett fyri dráp

Í gjárkvøldið læt ein 55 ára gomul kvinna í Sisimiut lív av knívstungu, og í dag er ein 25 ára gomul kvinna varðhaldsfongslað og skuldsett fyri dráp.

Hendingin í Sisimiut í gjárkvøldið er triðja drápsmál í Grønlandi í tvær vikur. Mynd: Tilvildarlig

Grønlands Politi sigur í tíðindaskrivi í dag, at ein 25 ára gomul kvinna í Sisimiut er varðhaldsfongslað í fyribils 28 dagar, skuldsett fyri dráp.

Tað var í gjárkvøldið, at ein 55 ára gomul kvinna læt lív av knívstungu í Sisimiut.

Grønlands Politi sigur, at rætturin gjørdi av at varðhaldsfongsla kvinnuna, meðan neyvari kanningar verða gjørdar.

Leiðarin á løgreglustøðini í Sisimiut, Karl Jørgen Lennert, upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at løgreglan í Grønlandi fær hjálp úr Danmark.

- Talan er um kriminaltekniska og rættarlæknaliga hjálp til at greiða málið, sigur politikommiserurin.

Tað var mikukvøldið klokkan 20.56, at Grønlands Politi fekk fráboðan um, at ein kvinna varð stungin við knívi í Sisimiut. 

Hin 55 ára gamla varð í skundi flutt á sjúkrahús, men lívið hjá henni stóð ikki til at bjarga, og hon varð staðfest deyð í gjárkvøldið klokkan 21.30.

Longu klokkan 22.20 sama kvøld handtók løgreglan 25 ára gomlu kvinnuna, sum í dag er varðhaldsfongslað í fýra vikur.

Sambært Sermitsiaq vil løgreglan í løtuni ikki siga nakað ítøkiligt um hendingina, tí grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.

Hendingin í Sisimiut í gjárkvøldið er triðja drápsmál í Grønlandi í tvær vikur. 

- Hini bæði drápsmálini snúðu seg um eina eldri kvinnu í Nuuk og síðan ein 53 ára gamlan mann í Qaqortoq, veit Sermitsiaq at siga.

Hendingin í Sisimiut í gjárkvøldið er triðja drápsmál í Grønlandi í tvær vikur. Mynd: Tilvildarlig