Ungómshús í Hoyvíkar skúla í morgin

Í annakvøld verður almenn móttøka í Frítíðarskúlanum í Hoyvík, har dyrnar nú verða lætnar upp til ungdómin mánakvøld frá klokkan 18-22.

Tórshavnar Býráð hevur gjørt av, at Frítíðarskúlin í Hoyvík skal hýsa virksemi til ungdómin í Hoyvík mánakvøld. Levi Mørk, sum bæði er býráðslimur í Havn og leiðari fyri Frítíðarskúlan í Hoyvík, fegnast um hesa avgerðina og vísir á, at nógv fólk búgva í Hoyvík, og at fólkatalið - og barnatalið - er alsamd vaksandi.

 

Í annaðkvøld verður ymiskt spennandi á skránni, og eitt nú fer bólkurin Oniontree at spæla nøkur løg, har verður café, spurnarkappingar og mangt annað.