Ung siga nei til lægri aldursmark

PRUTL OG ALDURSMARK Tey ungu taka ikki undir við at aldursmarkið fyri at koyra prutl, verður lækkað

Tey, sum eru 15 ár, eru ov ung at koyra prutl.
Tað er nýggjasta fráboðanin frá teimum ungu sjálvum.
Aldursmarkið fyri at koyra prutl er 16 ár, men spurningurin um at lækka tað niður í 15 ár, hevur verið ein afturvendandi mál á hvørjum ungdómstingi.
Og nú Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka aldursmarkið fyri at koyra prutl niður í 15 ár, vísir hann nettupp til, at ein grundgeving fyri uppskotinum er, at Ungdómstingið samtykti í 2012 at lækka aldursmarkið niður í 15 ár og at fa?a skipaða fra?læru og koyrikort til prutl.
Her verður hugsað um vanlig prutl, sum hava loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman.
Men spurningurin varð eisini til viðgerar á Ungdómstinginum í ár, sum var fyri einum sløkum mánað síðani.
Og har varð tað felt við stórum meiriluta.
Tað vóru bara tveir limur í ungdómstinginum, sum tóku undir við at lækka aldursmarkið niður í 15 ár.
Hinvegin vóru 29 tinglimir í Ungdómstinginum ímóti at lækka aldursmarkið og ein atkvøddi blankt.

Skjótari at missa prutlið
Ein partur av ætlanini er, at nú skal tað verða lættari hjá løgregluni at leggja hald á prutl, sum koyra ov skjótt.
Í uppskotinum, Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt fyri Løgtingið um at broyta ferðslulógina, er ætlanin at skipa prutl í tveir bólkar. Í øðrum bólkinum eru lítil prutl. Tað eru prutlini, vit kenna í dag og sum kunnu koyra 30 kilometrar um tíman.
Í hinum bólkinum eru prutl, sum kinnu koyra 45 kilometrar um tíman.
Men samstundis skal tað verða skjótari at missa prutl, sum koyra ov skjótt. Koyrir eitt prutl skjótari enn loyvt er, skal førarin hava bót undir øllum umstøðum.
Men koyrir eitt lítið prutl meiri enn 43 kilometrar um tíman, ella 13 kilometrar skjótari enn loyvt er, skal førarin hava eina stóra bót, men triðju ferð, hann verður tikin, leggur løgreglan hald á prutlið.
Og koyrir eitt stórt prutl meiri enn 64 kilometrar um tíman, ella 19 kilometrar skjótari enn loyvt, er, skal førarin hava stóra bót, men triðju ferð, hann verður tikin, leggur løgreglan hald á prutlið.