Unga fólkið støðast ikki

Ein fiskimaður sleppur ikki longur enn út til lúnningina á skipinum, tá hann er burtur. Nú nøkur feløg hava trupult við at manna skipini, kunnu vit siga, at líka so stutt, sum tað er út til lúnningina, er tað stutt út til landgongdina, tá skip koma í havn

Manning

Háldan Haldansen í Vestmanna eigur felagið, P/F West Trading, sum eigur línubátarnar, Thomas Nygaard og Gullberg. Umborð á fyrrnevnda og størra bátinum liggur manningartalið um 14, og á tí minna hevur talið ligið millum 7 og 9.
Tað hevur gingið lutfalsliga væl at manna Thomas Nygaard, ið Knút Høgagarð av Toftum førir, meðan tað í seinastuni hevur gingið minni væl at manna Gullberg, ið Árni Zachariassen í Klaksvík førir.
Tað eru ikki skipararnir, sum gera munin, men í fyrsta lagi bátarnir sum arbeiðspláss.

Skip og vaktir
Eins og umborð á flestu línubátum í dag ganga teir 6 og 6 umborð á Thomasi Nygaard, men umborð á Gullbergi, sum er ein væl minni bátur, ganga teir meira at kalla 12 og 6 tímar. Tað merkir, at menninir arbeiða í einar 12 tímar og kunnu so hvíla í aðrar 6, um alt gongur, sum tað eigur.
Vanliga gera tey størru skipini heldur longri túrar enn tey smærru. Í slikum føri kann tað vera til fyrimuns fyri teir, sum ikki tíma at verða so leingi burtur í senn, at vera umborð á teimum smærru førunum. Í aðrar mátar eru umstøðurnar umborð á teimum størru bátunum betri, og serliga er tað vaktirnar, sum menn eru glaðir fyri.
Áðrenn línuskipini í sínari tíð fingu egningarmaskinu, var nógv vøka og nógv arbeiði umborð á hesum bátum. Øll línan skuldi egnast við hond, setast og dragast, og fiskurin skuldi kryvjast, vaskast og fáast til høldar í lastini.
Teir, sum minnast tíðina við nógvari vøku, men nú ganga 6 og 6, siga, at hetta er sum dagur og nátt. Lívið umborð á línubáti er vorðið tíðarhóskandi, samstundis sum flestu bátar eru umbygdir og nútímansgjørdir, bæði á dekkinum og í apteringini – við betri kømrum, messu, uppihaldsrúmi og klædnarúmi.
Í góðu tíðunum, sum komu nøkur ár eftir kreppuna fyrst í nítíárunum, hava feløg brúkt heilt nógvan pening upp á at gera línubátarnar betri. So, hóast línuflotin er lutfalsliga gamal, er ein stórur partur av flotanum í góðum standi.
Nøkur nýggjari línuskip eru eisini komin seinastu árini, og hesi tykjast í nógvar mátar rúmligari og hollari enn tey, sum fóru úr flotanum. Við móttøkur hevur verið høvi at sæð umborð á hesi skip, og semja man vera um, at tað sum heild eru betri skip sum koma enn tey, ið fara.

Høgur miðalaldur
Inntøkan hevur fiskimonnum umborð á línuskipunum hevur sum heild verið góð og aftrat lættanum, sum sjófólk fáa í skattinum, tjenar tú ikki somu nøgd av peningi í landi, sum tú tjenar á skipsdekki.
Kortini vísir tað seg, at tað kann vera trupult at manna skipini í góðum tíðum, tá fólk meira søkja tað, sum er at forvinna á landi – ella ungdómurin søkir tey skúlatilboð sum eru. Tað er eisini ein sannroynd, at miðalaldurin umborð á nógvum línubátum er lutfalsliga høgur.
Men siglast skal, so leingi vit hava skip og fiskavirkisvinnu sum tað berandi í samfelagnum, og tá ið torført kann vera at manna øll skipini við føroyskum sjófólki, eru feløg nú farin at leita uttanlands eftir fólki, sum vit lesa um í hinari greinini á hesum miðsíðum.