Unga Listin

Ung List er heitið á framsýning, sum seinastu dagarnar hevur verið at sæð í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru ung listarfólk, ið standa aftan fyri framsýningina, og tey leggja dent á, at hetta eru listarverk, sum eiga at vera skoðað realistiskt

 

LISTAFRAMSÝNING


Týsdagin 1. mai lat upp forvitnisslig framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin telur heili 71 listarverk. Felags fyri øll listaverkini er, at tey eru evnað til av ungum, sum halda til í Heinesenshúsi. Sjey ung listafólk eru umboðað á framsýningini, og lat tað vera sagt beinanvegin, at tað búgva nøkur stór talent í hesum ungu listafólkunum. Framsýningin umboðar nakað av tí, sum tey hava havt liggjandi í styttri og longri tíð, har nakað er upp til tvey ára gamalt, meðan onnur verk framvegis vóru vát, tá tey vórðu hongd upp. Framsýningin fevnir m. a. oljumálningar, akvarel og blýantstekningar, men ungu listafólkini siga, at tey arbeiða eisini við øðrum sløgum av list.

Framsýningin

Tað fyrsta, sum møtti mær, tá eg trein innar í Smiðjuna vóru oljumálningar. Oljumálningarnir fyltu at kalla alla niðaru hæddina. Ikki øll av teimum luttakandi listafólkunum høvdu valt at royna seg við oljumálningum, men tað merkti ikki, at støðið ikki var høgt. Hóast framsýningin eisini rúmaði øðrum sløgum, so ber tað til at siga, at tað vóru serliga hesir málningarnir, sum fangaðu. Tað fyrsta ein beit merki í var, at listafólkini veruliga høvdu dirvi til at mála tað, tey vildu. Málningurin ?Skuggamynd?, hjá Erlu Maritu Askham, vísti, at hon hevði dirvi til at mála, og samstundis dugdi ?frítt? at úttrykkja seg.

Motivini, sum listafólkini hava nýtt eru tílík, ið tey hava funnið úr sínum dagliga lívi, og var tað í rættiliga stóran mun menniskju, sum vórðu nýtt sum motiv. Listafólkini hava eisini í fleiri førum nýtt hvørt annað sum motiv. Eingin ivi er um, at listafólkini serliga leggja seg eftir tí meira realistiska í staðin fyri tað meira abstrakta. Tó hevði okkurt av listafólkunum spælt sær eitt sindur við tað abstrakta og sluppu, eftir mínum tykki, eisini rættiliga væl frá tí.

Millum oljumálningarnar vóru tað serliga teir hjá Heiðrikki á Heygum, sum fangaðu. Skilligt er, at hesin ungi listamaðurin eigur eitt stórt talent. Samstundis megnaðu bæði Sámal Blak og Halldis Olsen at geva teimum mongu vitjandi eitt spennandi upplivilsi, har Halldis Olsen m. a. spældi sær eitt sindur við tað abstrakta. Sámal Blak hevði fyri tað nógva stórar menniskjafigurar sum motiv, og ein hefti seg við, at tað m. a. var ein av hesum málningum, sum hevði fingið reyðan prikk undir, sum merkir at áhugi er millum manna fyri ungari list. Málningarnir bera greið boð um, at listin, um hon fær møguleikan til tað, stórtrívist í Føroyum.

Leitaði ein sær uppá loftið í Smiðjuni, so var tað serliga tær mongu blýantstekningarnar, sum upptóku ein. Aftur á hesum økinum vístu listafólkini hvør dugur er í teimum, hóast okkurt verk datt niður ímillum. Menniskjamotivini vóru eisini at síggja her, umframt at fleiri náttúrumyndir eisini vóru at síggja. Tað skal eisini sigast, at tað vóru kanska í so nógvar myndir hongdur upp, soleiðis at myndirnar koma at hanga eitt sindur tætt saman, men hetta skyldast óivað, at framsýningin er ein sjálvsamur sýnisgluggi hjá listafólkunum, sum tey mugu royna at fylla sum frægast.

Upplivilsi sum undirritaði hevði fingið eftir at hava ferðast millum listaverkini, var rættiliga positivt og ikki minni tankavekjandi.

Tey einastu innan teirra øki

Eftir at hava hugt eftir framsýningini, so settist eg niður saman við trimum av teimum luttakandi listafólkunum fyri at fáa eitt lítið prát við tey. Tey trý: Sámal Blak, Heiðrikkur av Heygum og Halldis Olsen, eru øll um 17-18 ár, og havi verið fastir fúsir í Heinesenshúsi síðani Bent Bruun Hansen av sínum eintingum byrjaði virksemi har fyri nøkrum árum síðani. Øll trý lata tey væl at umstøðunum í Heinesenshúsi, har tað hava frítt at fara og koma sum teimum lystir. Tey hava øll trý sum vera man stóran áhuga fyri list, og ynskja øll at kunna fáast við list burturav einaferð í framtíðini. Til hetta krevst útbúgving, og tey ætla sær øll, eftir lokna studentspróvtøku, at nema sær størri kunnleika innan list. Samstundis nýti tey høvi til at viðmerkja, at umstøðurnar í eitt nú Studentaskúlanum ikki eru nóg góðar. Tey vísa á, at tað eitt nú ber til at hava tónleik sum lærugrein á hástigi (tvey ár, blðm.), meðan tað einans ber til at velja evning á miðstigi (eitt ár, blðm.).

Tey trý hava nú gingið regluliga í Heinesenshúsi í fleiri ár, og tað skerst ikki burtur, at tey hesa tíðina hava broytt seg, og tað siga øll við ein munn, at tey so sanniliga hava lært nakað av at hava uppihildið sær í Heinesenshúsi, og útviklingurin hevur verið drastiskur.

Spurd um hvat tey best dáma at fáast við, so siga tey, at oljumáling sum so er tað lættasta at arbeiða við, men Heiðrikkur leggur afturat, at honum dámar væl at fáast við akvarel ella vatnlitsmyndir. Sámal sigur, at honum dámar eisini væl at fáast við skulpturar, men hetta hevur ligið á láni hesa seinastu tíðina. Teimum dámar tó øllum óføra væl at nýta motiv ?soleiðis at man kann skilja tað?, sum tey siga. Tey ásanna tó, at tey spæla við fleiri ymisk sløg av list, og framsýningin vísti eisini nakrar royndir at mála abstrakt. At málningarnir á framsýningini eru realistiskir er heldur ikki tilvildarligt, tí tey vilja gjarna úttrykkja seg á henda hátt, og halda samstundis ikki, at hetta ger listina hjá teimum minni verda á nakran hátt.

Tey trý eru øll rættiliga aktiv í Heinesenshúsi, men tey hava eisini roynt seg í øðrum sambondum, m. a. hava Heiðrikkur og Sámal virkað ymiskt til fyri Grímu. Teir siga víðari, at dagarnir, har teir gjørdu hvørt ting fyri ein og hvønn, sum kom og spurdi, eru taldir, og teir leggja seg heldur eftir at gera tað, ið teir veruliga tíma.

Halda áfram

Halldis Olsen sigur, at henda framsýningin, sum hevur verið væl vitjað, gevur teimum hug til at halda áfram við listini. Framsýningin hevur stimbrað hugin hjá teimum, og umframt at hava fingið nakrar krónur fyri onkran seldan málning, so havi fólk sum heild verið rættiliga positiv og vitjanirnar hava verið nógvar. Tey ætla sær jú øll einaferð at royna listina sum yrkisleið.

Eftir at hava sæð framsýningina, so ber ikki til annað enn at fegnast yvir, at eisini yngri listafólk fáa møguleikan, og grundarlagið fyri framtíðini má sigast at vera rættiliga gott.