Ungarn breyt ES-lóg við LGBT+ lóg

Ungarn hevur brotið ES-lógina við at samtykkja eina lóg, sum "stigmatiserar og marginaliserar" LGBT+ fólk.

Vinnarin av ungarska valinum, Peter Magyar úr flokkinum Tisza, hevur lovað at tryggja minnilutarættindi í Ungarn. (Savnsmynd). - Mynd: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix

Tað hevur evropeiski dómstólurin sagt í nýggjum úrskurði, sum varð almannakunngjørdur øi dag.

Í dóminum fær ES nevndin viðhald í øllum punktum í málinum.

Seinastu árini hevur Ungarn sett í verk lóggávu, sum avmarkar rættindi hjá LGBT+ fólki.

Sambært fyrrverandi leiðaranum í landinum, Viktor Orbán, varð hetta gjørt fyri at verja ungarsk børn fyri útbreiðslu av LGBT+ boðskapi.

Viktor Orbán tapti fyri stuttum valið í Ungarn.

Vinnarin av valinum, Peter Magyar, hevur í grundini lovað at arbeiða fyri einum Ungarn, har eingin er stigmatiseraður fyri at hugsa øðrvísi enn meirilutin.

 

/Ritzau/

 

Vinnarin av ungarska valinum, Peter Magyar úr flokkinum Tisza, hevur lovað at tryggja minnilutarættindi í Ungarn. (Savnsmynd). - Mynd: Attila Kisbenedek/Ritzau Scanpix