Ungdómar sjálvandi útbúgvast innan donsku sjóverjuna

Tað kemur ikki uppá tal at taka møguleikan frá 529 føroyskum ungdómum innan ríkisfelagsskapin.

Um ungir føroyingar ynskja at gera brúk av sínum persónliga frælsi og taka eina útbúgving innan donsku sjóverjuna, so skulu tey hava loyvi til tað, uttan at politikarar gera sær dælt av at undirgrava møguleikarnar í ríkisfelagsskapinum.

Nógvir føroyingar hava higartil tikið av møguleikanum at virka innan donsku sjóverjuna, og er hetta eitt gott høvi hjá ungum evnaríkum fólkum, um tey vilja læra nakað nýtt og gevandi.

Metstórur áhugi

At áhugin er ovurhonds stórur, sæst á svarinum, sum Søren Gade, verjumálaráðharri, gav Høgna Hoydal í sambandi við fyrispurning á fólkatingi.

Í svarinum sigur Søren Gade, at ikki færri enn 529 ungir føroyingar vóru um borð á Hvidbjørnen, tá danska verjan kunnaði um útbúgvingarnar í verjuni um mánaðaskiftið mai-juni. Ung millum 16 og 25 ár vórðu boðin um borð á Hvidbjørnen, meðan skipið lá í Havn, Klaksvík, Runavík og á Tvøroyri.

Høgni Hoydal, sum í sínum ungu døgum tók av møguleikanum at vera dekkari umborð á sjóverjuskipinum, Ólavi Halga, bað verjumálaráðharran steðga framferðini hjá donsku verjuni í Føroyum, sum roynir at fáa føroysk ungfólk umborð á sjóverjuskipini.

Men ríkisstjórnin heldur tað vera ein fyrimun, ”at værnepligtige og ansatte i forsvaret afspejler sammensætningen i samfundet som helhed”, sum Søren Gade sigur í svarinum til Høgna Hoydal. Tí er tað eisini ein fyrimunur, at ungir føroyingar eru partur av sjóverjuni.

Tekur “tjóðveldis-frælsi” fram um persónligt frælsi

Tað er rættiliga ófatiligt, at onkur politikari ikki vil lata okkara ungdóm sjálvan taka avgerðina, um annahvørt at taka av møguleikanum at virka innan donsku sjóverjuna, ella at lata vera.

Hetta er ein útbúgvingarmøguleiki á sama hátt sum aðrar útbúgvingar, har tú kanst menna tínar førleikar, og fyri stóran part av okkara ungdómi er hetta ein spennandi avbjóðing, sum gevur góðar møguleikar seinni í lívinum.

So at biðja danir um at lata vera við hesum átøkum, er beinleiðis at skerja tað persónliga frælsið hjá tí einstaka at virka fult í ríkisfelags­skapinum.