Aurora Borealis
Aurora Borealis er kent fyri sítt fjølbroytta repertoire, heilt frá miðaldar tónleiki til gospel. Kórið hevur longu verið á tveimum uttanlandaferðum. Í Íslandi, Noregi og Danmark. Kórið er nú tódnað til tólv sangarar, so tað meira er átøkt einum vokalbólki í dag.
Dreingja-sopranurin Jan Nicolajsen úr Vestmanna fer at syngja ?Pie Jesu? eftir Andrew Lloyd Webber.
Saman við báðum kórunum, fer hin 14 ára gamli vestmenningurin Jan Nicolajsen at syngja ?Pie Jesu? úr Requiem hjá Andrew Lloyd Webber. Hann er næmingur í sangi hjá Ólavi Jøkladal og er úrmælingur sum sangari. Saman við honum syngur Randi Fjallsá, ið eisini hevur bæði Purcell og Fauré á skránni, hon er útbúgvin á tónlistaskúla í Belgia. Umframt hesi bæði er Peter Niclasen, tenorur á skránni við Schubert sangum. Kórleiðari er Ólavur Jøkladal.