Tey trý ungdómslandsliðini – U15, U17 og U19 – fóru úr Vágum beinleiðis til Newcastle sunnudagin, og mestsum beinanvegin fóru tey til venjing á sama stað, sum ungdómsdeildin hjá Newcastle FC venur. Seinni hugdu allir so eftir HM-finaluni heima á gistingarhúsinum.
Mánadagin vóru øll liðini í eldinum ímóti lokari mótstøðu, men í gjár høvdu tey frí, tá eitt nú høvi var at fáa eina rundferð á St. James’ Park, sum er leikvøllurin hjá Newcastle FC. Í dag skulu so øll trý liðini spæla ímóti ungdómsliðum hjá Newcastle FC.
Serliga spennandi verður tað, tá U19-landsliðið skal spæla ímóti einari blanding av eykaliðnum og ungdómsliðnum hjá Newcastle, tí millum mótstøðuleikararnar verður føroyski Jóan Símun Edmundsson, sum síðani februar í ár hevur spælt við Newcastle.
Bæði U15- og U17-landsliðini skulu víðari til Aberdeen International Football Festival, eftir at tey hava verið í Newcastle, meðan U19-landsliðið kemur heimaftur, tá vikan í Newcastle er av. Venjingarlegan í Newcastle er samstarv millum Fótbóltssamband Føroya og North Atlantic Football Agency hjá Jákupi í Stórustovu.
Sigur og javnleik
U15-landsliðið vann sum einasta føroyska liðið sín venjingardyst mánadagin í Newcastle. Liðið spældi ímóti einum úrvaldsliði úr Newcastle-økinum. Dysturin var spældur í einari høll á venjingarmiðstøðini hjá Newcastle FC.
Hóast tað var stutt upp til loftið og graslíki á vøllinum, so eydnaðist dysturin væl og umstøðurnar vóru fínar til ein U15-dyst. Einsamalla málið hjá føroyingum skoraði Brandur Olsen úr B71, sum spældi á framrættaða miðvøllinum.
Mótstøðan hjá U17-landsliðnum var somuleiðis eitt úrvaldslið úr Newcastle-økinum. Føroyingarnir vóru væl við allan dystin, og 10 minuttir inn í seinna hálvleik legði Magnus Egilson Føroyar á odda við beinleiðis frísparki. Men stutt eftir javnaði úrvaldsliðið til endaliga úrslitið, 1-1.
Sterk mótstøða
Teir elstu fingu sína sak fyri, tá teir fóru á vøllin ímóti Ashington, sum millum annað hevði tveir fyrrverandi eykaliðsleikarar hjá Newcastle á liðnum. Teir vóru eldri, størri og væl sterkari enn leikararnir á U19-landsliðnum. Tað gekk eisini hart fyri seg í fyrra hálvleiki og fleiri ferðir vóru taklingarnar í góða, gamla enska stílinum.
Ashington kom á odda við tveimum málum í fyrra hálvleiki og føroyska liðið hevði trupulleikar av sterku kropsligu styrkini hjá mótstøðuni. Sum tíðin gekk, góvu føroysku leikararnir aftur av somu skuffu og komu væl við í dystin, og í seinna hálvleiki lá í luftini, at føroyska liðið fór at fáa mál.
Tá eitt lítið korter restaði, minkaði innskifti Holger Durhuus um munin við góðum máli. Hann varð spældur leysur í brotssteiginum og smekkaði bóltin í handari stong og inn. Eftir hetta royndu føroyingarnir at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men í staðin økti Ashington við seinasta sparkinum í dystinum.