Tríggjar mánaðir eftir væleydnaða ráðstevnu er samskifti enn millum luttakararnar ? um netið. Heimasíðan hevur frásagnir frá øllum arbeiðinum og slóð verður løgd til fleiri myndir av ráðstevn-uni
Eftirmeting av ungdómsráðstevnuni í Grønlandi.
Í september var sera áhugaverd ráðstevna skipa fyri ung úr norðurlendsku útjaðaraøkjunum. Ráðstevnan var skipað í Ilulissat (Jakobshavn) í Grønlandi. Skrivligu úrslitini, dagbøkur og annað eru til taks á internetinum.
Føroysku luttakararnir vórðu úr ymsum økjum umboðandi børn og ung í Føroyum. Elin Mortensen úr ?Ung í MáF?, Anita Ottosen úr ?Ungdómshúsinum Margarinfabrikkin?, Fía Lindenskov fyri ?Sosialistiskt Ungmannafelag?, Karstin Olgar Lamhauge umboðandi ?Blá Kross Ungdóm?, Rúni Thomsen fyri ?KFUM-skótarnar í Føroyum? og Niklas Winther umboðandi ?Føroya Ungdómsráð.
Í fyrireikingarbólkinum var Jákup av Skarði fyri Føroya Ungdómsráð.
Ráðstevnan
Fyri umleið hálvum øðrum ári síðan byrjaðu fyrireikingarnar til hesa ráðstevnuna, ið hevði sum endamál at fáa fólk í útnorði at skipa fyri fleiri verkætlanum fyri ung. Eisini var ætlanin at geva luttakarunum møguleika at læra seg at finna fram ymsar grunnar, ið stuðlað kundu júst teirra verkætlan.
Fyri at lýsa alt bakstøði undan ráðstevnuni er eisini at leggja afturat, at hendan var liður í røð av øðrum ráðstevnum. Fyrsta ráðstevna var í Álandi, hon var ikki so væleydnað, men tó ein byrjan. Síðani varð ráðstevna skipað í Føroyum, á Selatrað, ið luttakararnir og fyrireikararnir vóru sera væl nøgdir við. Fyri tveimum árum síðan var ráðstevna í Íslandi, har føroyingar eisini vóru við.
Ráðstevnan í Grønlandi í ár, varð mest bygd á væleydnaðu ráðstevnuna á skótadeplinum á Selatrað. Nú vóru vit í Ilulissat, men hugsanin var, at vit kundu nýta nógv av skipanini úr Føroyum og harafturat vildu vit knýta teldusamskifti uppí arbeiði.
Luttakararnir og fyrireikararnir
Fyri at fáa verkætlanar-arbeiðið út til stór øki og at royna at fáa allan útjaðaran umboðan, vóru fýra mans settir í fyrireikingarbólk: Joachim Clausen (Nordisk Ungdomskomié), Ivan Burkal (Børn- og Ungdomskultur), Roger Skarvik (umboð fyri Nordkalotten) og Jákup av Skarði (Føroya Ungdómsráð og í hesum eisini fyri Børn- og Ungdomskultur).
Hesir fýra settu sær fyri at fáa luttakarar úr Nordkalloten, Álandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Nordkalloten er somikið stórt øki, at miðjað var ímóti at fáa umboðan úr svenska, norska og finska partinum. Tilsamans var rúm fyri áleið 30 luttakarum og skuldi fyrireikingarbólkurin fyrireika luttakararnar í sínum øki og nýta alnótina, hagar frástøðan var ov stór.
Fyrireikingarbólkurin hittist í Keypmannahavn, afturat at nógv samskifti var á alnótini. Væl gekk i hond við fyrireikingum og ætlanum til innihaldið í ráðstevnuni, men tíanverri rukku vit ikki út til øll. Úr Álandi vóru eingir luttakrar, men av tí at øll hini londini/økini, vórðu umboðað, var grund undir breiðum samstarvi og møguleika fyri innlit í flestu mentanirnar í útjaðaraøkinum.
Luttakararnir úr Føroyum vóru Rúni Thomsen, Elin Mortensern, Niklas Winther, Fía Lindenskov, Karstin Olgar (Oggi) Lamhauge og Anita Ottosen. Hesi fingu møguleikan at luttaka á ráðstevnuni, so føroyingarnir umboðaðu breiðan skarða innan ungdómsarbeiðið í Føroyum.
Bólkaarbeiði/verkætlanir
Føroysku luttakararnir vóru væl fyrireikaðir til ráðstevnuna. Bólkurin hittist nakrar ferðir at lærar hvønn annan at kenna og at arbeiða við evnum, ið tey hugsaðu sær at fyriskipað - okkurt av føroysku evnunum til verkætlan vann stóra undirtøku, tá ið vit komu til Grønlands.
Alt tað skrivliga arbeiðið er til taks á heimasíðuni: www.ilulissat.gl/NordSeminar - slóð er eisini av heimasíðu FUR?s www.fur.fo. Afturat dagbókum og navnalistum, ber til at lesa um ymsu bólkaarbeiðini og verkætlanirnar, ið luttakararnir skutu upp og arbeiddu við.
Trý evni, ið møguliga verða arbeidd áfram við, eru: Nordiskt ungdomstræff ? ið flest allir føroysku luttakararnir arbeiddu við. Hugsanin er at skipa fyri stevnu, har norðurlendskur ungdómur hittist at tosað/arbeiða við evnum og trupulleikum vit hava í felag, t.d. dálking. Annað evnið var Teaterkursus - har skotið var upp, at trý úr hvørjum norðurlandi hittust at samstarva innan leik. Triðja evni Radioprojekt - var ætlað at galda útvarpssendingar um ungdómsarbeiði í ymsu norðurlondunum.
Bólkaarbeiðini og verkætlanirnar vóru beinanvegin løgd út á alnótina, til almenningin at umrøða. Hvør luttakari sær hevði valt kontaktpersón heima, ið hevði til uppgávu at hyggja inn á heimasíðuna og møguliga at umrøða málini, ið stungu seg upp. Tíanverri eydnaðist hesin parturin ikki til fulnar, millum annað tí at internetsambandið til ráðstevnuna var heldur svikaligt.
Nú er stóra avbjóðingin at fáa í lag fyriskipingar innan ymsu verkætlanirnar og at nýta alnótina til at skipa fyri at samskiftið millum luttakararnar ikki slitnar. Ein liður í hesum er heimasíðan og neyðugt verður, afturat at fleiri myndir skjótt eru til taks, eisini at fáa skipað fyri brævasamskifti ? longu nú eru fleiri, ið javnan senda heilsanir millum sín og siga frá gongdini í ymsum verkætlanum.
Um teldusamskiftið er væleydnað í eitt ár, verður møguliga ráðstevna skipað aftur um tvey ár, ið beinleiðis byggir á ráðstevnuna í Grønlandi - ið bæði luttakarar og fyrireikarar vórðu serstakliga væl nøgdir við.
Upplivingar úr Grønlandi
Fyrst er at nevna flogtúrin úr Kangerlussuaq (Syðra streymfirði) til Ilulissat. Vit flugu um innlandísin og flogskiparin gjørdi ikki mætari enn at fara í ógvuliga lága floghædd, so vit sóu bygnaðin í ísinum - tað var stórsligið og sera undrunarvert at síggja so nógvan samanstúgvaðan ís, ið spakuliga leitaði sær út á hav. Flogskiparin greiddi frá, meðan vit flugu yvir fjørðin, hvussu dýpið varð og hvussu vandamikil ísfjøll eru - samstundis sum vit næstan rukku niður á onkur ísfjøll, ið høvdu snarað sær á.
At verða í Grønlandi er ein stór uppliving, og at vit høvdu møguleika at fara útferð í báti var framúrskarandi. Tveir bátar lógu til okkum at fara umborð og vórðu vit á sjógvi einar tríggjar tímar. Vit sigldu millum ísfjøll, sóu menn á floti í smáum jollum - tveir komu aftur av veiði søkklastaðir - og hoyrdu dunið frá ísfjøllunum, tá ið petti brotnaðu av.
Nógvar myndir eru av ferðini, og verða tær á heimasíðuni í næstum. Men reiðiliga at skilja tað stórsligna ber bert til hjá tí, ið var til staðar.
Stuðlar
Peningaligu útreiðslurnar til hesa ráðstevnu vóru goldnar av Nordiskt Ungdomskomité og Børn- og Ungdomskultur. Luttakararnir høvdu onga útreiðslu av ferðing, gisting ella mati - bert tað, teir høvdu fyri neyðini í lummapengum.
Harafturat gjørdu vit í Føroyum nakað burturúr, at geva nøkrum fyritøkum møguleika at fáa navnið lýst á ferðini og ráðstevnuni. Vit fingu vindjakkar frá Iveco/Toyota, taskur og skriviamboð frá Føroya Sparikassa, T-shirt frá Flogfelag Føroya, Jolly, Faroe Travel, Føroya Banka og Postverki Føroya, lyklaringar frá Smyril Line og pennar frá Formula Føroy-um og Suðuroyar Sparikassa.
Pennar og lyklaringar góvu vit hinum luttakarunum, men t-shirtirnar, taskurnar og jakkarnir vóru meira til ?livandi lýsing?. Vit takka stuðlunum og ynskja øllum eini gleðilig jól og eynduberandi nýggjár.
Blíðar heilsanir
Niklas, Fía, Oggi, Anita, Rúni, Elin og Jákup