NSÍ-SKÁLA
Tað var tætt, og tað stútt og støðugt ógvuliga spennandi. NSÍ vann 1-0 á grannunum á vestara armi á Skálafjørðinum, og harvið noyddust skálamenn fyri sjeyndu ferð av sjey møguligum av vøllinum uttan at hava fingið stig móti NSÍ.
Fyrra umfarið reið fyri tað mesta um snarið. Kanska vóru gestirnir omaná eina løtu, men fram móti steðginum var eingin munur á. Skála hevði fríska lotið, sum darvaði spælarunum nakað, undan 1. hálvleik, og miðskeiðis í fyrra umfarinum settu teir heimaliðið undir støðugt trýst. Tað bar fimm tøtt hornaspørk við sær. Fleiri vandamiklar støður stóðust av, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.
Tættast við vóru skálamenn, tá ið arbeiðssami og stútti Pætur Dam Jacobsen sendi flatt móti tóma málinum, eftir at Jens Martin Knudsen hevði verið úti og roynt at boksa burtur. Helgi L. Petersen, sum á sentrala miðvøllinum tykist hava funnið stevið aftur, blokeraði, og so spurdist einki burturúr.
Mesta partin av 1. hálvleiki gekk tað mesta hjá NSÍ fyri seg í høgru. Síðuskiftini vóru ikki so mong, men tá ið teir endiliga løgdu diagonalt í vinstru, fekk Christian Høgni Jacobsen góðan møguleika, men bólturin fór dygst við síðuna av.
Síðsti triðingurin ikki nóg tungur
Bæði liðini høvdu hugburðin, at tey vildu spæla og ikki sparka fótbólt, og tað eydnaðist toluliga úti á vøllinum. Men á síðsta triðinginum vóru tað oftast verjurnar, sum høvdu takið.
Hjá Skála, sum hevði sett stinna miðverjan Rúna Rasmussen á beinkin, var tað stórur smeitur, at Bogi Gregersen ikki var millum teir fyrstu ellivu. Hann hevur undanfarnu ferðirnar havt arbeiðssemið, sjálvsálitið og dirvið, sum hevur verið so gagnligt, tá ið liðið skuldi drívast fram á vøllin. Orsaka av skaða var hann bara á vøllinum síðstu løtuna, tá ið heimaliðið hevði vunnið sinniliga yvirskotið og harvið ikki hevði trupulleikar av at halda tørn.
Síðsta korterið av 1. hálvleiki fekk NSÍ betri tak á, og í 2. hálvleiki vóru teir mesta partin av tíðini omaná. Jónhard Frederiksberg fekk beinanvegin í 2. hálvleiki risa møguleika at leggja Skála framum, og hevði hann tá havt fingið mál, so kundi tað havt tikið seg øðrvísi upp. Annars tryggi miðverjin Óli Hansen misti bóltin afturum seg. Jónhard streyk avstað og inn í brotsteigin, men tá ið hann royndi at seta framvið málverjanum, fekk Jens Martin Knudsen vart fyri. Hóast Jónhard hevur skotið fleiri mál enn nakar annar á Skála í ár, so hevur hann fleiri ferðir misnýtt, tá ið møguleikarnir hava verið rættuliga stórir.
Tað vóru tvær orsøkir til, at NSÍ fekk takið, og fekk bæði sigursmálið og stórar møguleikar, sum væl kundu havt borið størri leiðslu við sær. Onnur orsøkin var tann, at NSÍ sum heild tóktist vera betri fyri. Tøttu uppgerðirnar seinastu vikurnar tóktust ikki hava tikið teimum eins dygt, sum tær høvdu tikið skálamonnum. Hóast Skála miðvøllurin var væl mannaður, og einki bilti viljanum, so var tyngdin í framrættaða partinum ikki tann, sum hon hevur verið. Í borðunum eydnaðist tað nærum ikki at sleppa til baklinjuna og at leggja innfyri, og álopsspælararnir, Jónhard Frederiksberg og Bjarni Jørgensen, megnaðu ikki nóg væl at kroysta miðverjarnar Óla Hansen og Viggo Johannesen, sum aftur hesa ferð var sera stinnur.
Ungu menninir
Hin orsøkin var tann, at javnvágin á NSÍ liðnum er betri, enn hon leingi hevur verið. Tríggir ungir menn halda veteranum á beinkinum, og teir eru sera stinnir. Blaðungi Einar Hansen, sum umframt at vera kropssterkur eisini er stinnur í bóltspælinum, hevur vunnið tøttu kappingina um plássið í vinstra verjuborði, og har verður hann eisini næstu ferðirnar, um hann framvegis fer at vísa myndugleikan og nærlagnið, sum hann gjørdi hesa ferð.
Andy Olsen hevur spælt nógv seinnu árini, og hann gerst alt meiri eyðsýndur. Hann er gjøgnumbrotssterkur, og hesa ferð megnaði hann eisini at byrgja fyri, so Iulian Florescu ikki fekk tann leiklutin í uppbyggjandi partinum, sum hann oftast hevur hjá Skála.
Justinus R. Hansen hevur ofta verið skiftisspælari. Í ár hevur hann verið millum teir fyrstu ellivu, og móti Skála staðfesti hann, at nú eigur NSÍ verjukendan miðvallara, sum, umframt at vinna nærdystir og at vera fyrstur á returbóltum, eisini hevur yvirblikkið og ikki minst megnar at fara sjálvur.
Undan steðginum vóru fráboðanir um, at ungu menninir kundu gera um seg. Fyrst vórðu beinini krøkt undan Andy Olsen, tá ið hann kom inn úr vinstru og við bóltinum setti ferð á fram eftir miðásinum. Einki spurdist burturúr frísparksroyndini, og lítla løtu seinni var um reppið, at Jústinus R. Hansen slapp ígjøgnum, tá ið hann sjálvur royndi.
Einsamalla málinum var Andy Olsen meistari fyri, tá ið ein tími var farin, og tað var vorðið sum mál. Jónstein Petersen sneiddi á baklinjuni framvið mótstøðumanni, innleggið var neyvt, og mitt fyri málinum hevði Skála verjan ikki tamarhald á. Andy Olsen var komin inn frá og høgru, og hann heilfluktaði upp undir nettakið. Eitt sera vakurt mál.
Sum síðsti hálvi tímin leið, slepti Skála støðugt í verjupartinum, men tá megnaðu teir ongantíð at seta NSÍ verjuna undir trýst. Heldur vóru tað teir á heimaliðnum, sum vóru nærri við at økja um leiðsluna. Dánial Hansen, sum væl kann brúkast alla staðni á vøllinum, og Christian Høgni Jacobsen vóru onkra ferðina nær við, men Vlada Filipovic, sum framvegis er so mikið skaddur í fótinum, at tað ikki ber honum til at sparka málspark, var tryggur, og teir á heimaliðnum kundu væl liva við tepra og uppiborna sigrinum.