Ungdómskór úr Skalborgs kirkju á vitjan

.

Kórið fer at hava konsert í Fuglafirði, á Skála, á Eiði, á Viðareiði, í Klaksvík, í Kvívík, í Norðurlandahúsinum og í Havnar kirkju.

Leygardagin 21. juni kemur Skalborgs kirkes Ungdomskor á konsertferð í Føroyum. Kórið hevur 30 ár á baki, og hevur ferðast í norðurlondum og sungið víða um í Danmark.

Kórleiðari er Eva-Maria Olesen fødd 1951. Hon hevur diplomprógv frá tónleikaháskúlanum í Norðurjýtlandi í kirkjutónleiki og orgulspæli. Hon er organistur í Skalborg kirkju. Fylgispæli á orgli og klaveri hevur Bente Frendrup. Hon hevur somu útbúgving sum Eva-Maria og er organistur í Nibe og Vokslev kirkju.

Skráin er sett saman av donskum, norðurlendskum og enskum tónleiki. Í kórinum eru 25 sangarar. Við í hópinum eru umleið 40 fólk.

Mánadagin 23. juni kl. 20.00 er konsert í Fuglafjarðar kirkju.

Týsdagin 24. juni kl. 10.00 syngur kórið í Skála skúla. Kl. 19.00 sama dag hevur kórið kirkjukonsert í Eiðis kirkju. Mikudagin 25. juni kl. 16.00 er konsert í Viðareiðis kirkju. Kl. 18.00 sama dag hevur kórið konsert í Kristianskirkjuni.

Hósdagin 26. juni kl. 19.00 syngur kórið á fráfaringarsamkomuni í Fuglafjarðar skúla.

Fríggjadagin 27. juni kl.20.00 konsert í Kvívíkar kirkju.

Leygardagin 28. juni kl. 16.00 konsert í Norðurlandahúsinum.

Sunnudagin 29. juni syngur kórið kl. 11 undir hámessuni í Havnar kirkju.