TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við unga trubadurin umborð á Norrønu, Ólav á Váli Olsen.
Samrøðan bleiv gjørd farna fríggjadag umborð á Norrønu, og á upptøkuni hoyrist Ólavur á Váli Olsen eisini syngja.
Tað er dreymurin hjá Ólavi á Váli Olsen at kunna gera nógv við tónleikin, og tað sleppur hann í ríkiligt mát við at framføra umborð á Norrønu.
Ólavur á Váli Olsen hevur nógv sera musikalsk fólk í bæði móðirætt og í faðirætt, og tí eigur tað ikki at kløkka nakran, at hann syngur so væl.