Ungir blásarar hertaka Norðurlandahúsið

Týskvøldið 10. mars klokan 19 verður konsert í Norðurlandahúsinum, við stórum blásiorkestri úr Tórshavnar Musikskúla

 

Skráin er fjølbroytt, nevnast kunnu, syrpa við løgum hjá Count Basie, føroyskt lag eftir Trónd Bogason og kenda verkið Nimrod eftir Edvard Elgar.

 

Konsertin er endin av verkskeiði, sum hevur til endamáls at samansjóða blásiljóðføris næmingar, sum hava góðan førleika á sínum ljóðføri, í eitt felags orkestur.

 

Fyri menningina av tónleikanæmingum hevur orkesturspæl stóran týdning. Tí hava tónleikalærarar, ið varða av blásitónleikafrálæruni í Tórshavnar Musikkskúla, tikið stig til hettar tiltakið, ið vendir sær til ungar tónleikarar sum fáa undirvísing í musikkskúlanum.

 

Næmingarnir, ið eru bodnir við til orkesturverkskeiðið, eru ávegiskomnir, tvs hava spælt upp á blásiljóðføri í nøkur ár. Harafturat eru miðnámsnæmingar Tórshavnar Musikkskúla eisini við.

 

Hesir næmingar fáa undirvísing, ið fyrireikar teir til víðari lestur innan tónleikaøkið, og mugu tí sigast at vera framtíðar yrkistónleikarar okkara her á landi.

 

Lærarahópurin, ið hevur staðið fyri verkskeiðnum, er mannaður við lærarum úr fakbólkinum, ið varðar av blásitónleikinum í Tórshavnar Musikkskúla.

 

Tey eru: Andrea Heindriksdóttir, Annika Højgaard, Atli K Petersen, Bernharður Wilkinson, Bjarni Berg, Christina Andersen, Eirikur Skála, Jens Knudsen, Katja Volovelskaja, Kenneth Jones, Oddur Hentze, Ólavur Olsen og Peder Riis-Jensen.

 

Bernharður Wilkinson stjórnar orkestrinum.

 

Á konsertini luttekur eisini orkestrið »Blásitokið«, sum er orkestur mannað við yngstu blásinæmingum úr Tórshavnar Musikkskúla. Harumframt fara blásilærarar sum starvast í Tórshavnar Musikkskúla eisini at framføra.