Ungir hvalbingar gera vart við seg

Hvalbingar hava tikið gamlan ítrótt upp aftur og tey eru komin væl frá startinum

Tað er ongin loyna, at fótbólturin í Hvalba hevur verið fyri stórari afturgongd seinastu árini.
Men skuldu tey havt hug at lagt á annan bógv, var borðtennins kanska ein møguleiki at satsa upp á í framtíðini.
Í Hvalba hava hugagóðir unglingar tikið borðtennis ítróttin upp aftur og tað hevur hilnast so mikið væl, at fleiri av spælarunum eru longu komnir í fremstu røð í teirra aldursbólkum.
Borðtennis var í Hvalba fyri nøkrum árum síðani, men tað datt niðurfyri aftur.
Men nú hava tríggjar ungar tvøragentur blást nýtt lív í hetta ping-pongspælið. Systrarnar Mariann og Rakul Mikkjalsdóttir og Susie Midjord hava allar drúgvar royndir frá borðtennis á Tvøroyri og tær settu sær fyri at endurreisa borðtennisdeildina hjá Royn í fjør og síðani hava úvið 25 børn í bygdini og ein einstakur lítil sandvíkingur, havt sína Roynhøllina, har tey hava vant borðtennis.
Fyri hetta átakið fingu tær tríggjar tvøragenturnar ársins herðaklapp frá Borðtennissambandi Føroya.
Yvirhøvur má sigast, at borðtennis tykist at vera í menning, tí tað hava bara verið tvey lið, sum hava kappast. I eini roynd at fáa fleiri at spæla borðtennis, endurstovnaðu tær Royn í fjør og síðani eru onnur komin afturat, so nú eru seks lið við í kappingini.
 
Hevur gingið væl
Tá ið vit hittu Mariann Mikkjalsdóttir í jólakappingini hjá Royn mánadagin, læt hon bara heilt væl at gongdini.
- Tað hevur gingið óføra væl hjá hvalbingunum. Í FM kappingini í fjør fingu vit fimm steyp og í Grand Prix kappingini eru roynarar við í topp trý í teimum deildum, tey spæla í, sigur Mariann Mikkjalsdóttir.
Hon sigur, at børnini eru rættiliga ágrýtin og hugagóð og tey hava góð evni eisini, so dríva tey á, kunnu tey saktans gera seg galdandi.
Men hon hevur eitt hjartasuff og tað er, at umstøðurnar at spæla borðtennis í Hvalba, eru vánaligar. Royn eigur fá borð og tey eru í vánaligum standi, men tey hava lænt nøkur av Tvøroyri og tað hjálpir.
 Men tey vóna, at Royn megnar at útvega teimum nøkur betri borð at spæla á, men hvussu verður við tí, vita tey ikki.

À myndini eru tey, sum vunnu heiðurmerki í jólakappingini hjá Royn, saman við øðrum spælarum hjá felagnum. Nøvnini standa í greinini
Aftast frá vinstru eru tað Vagnur á Miðgerði, Eyðfinnur Jensen, Jónar Ólavur Holm, Teitur Midjord, Eyðun Ellendersen, Árnfríður Olsen og Janus Midjord.
Fremst frá vinstru: Manni Næs, Elma Næs, Annbritt Holm, Eyðbritt Holm, og Sólgerð á Miðgerði

 
Ùrslit
 Her er úrslitið av jólakappingini hjá Royn. Drongirnir eru í tveimum bólkum, men teir eru mannaðir tilvildarliga
 
Gentur:
Nr. 1 Eyðbrit Holm
Nr. 2 Annbritt Holm
Nr. 2 Sólgerð Á Miðgerði

Drongir, bólkur 1:

Nr. 1 Eyðun Ellendersen
Nr. 2 Janus Midjord
Nr. 3 Eyðfinnur Jensen

Drongir, bólkur 2:
Nr. 1 Teitur Midjord
Nr. 2 Jónar Ólavur Holm
Nr. 3 Árnfríður Olsen