Talan verður um endurtøku av steypafinaluni fyrr í ár, tá HB við einum sannførandi avrikið fyri steðgin legði lunnar undir sigrinum. Klaksvíkingar prógvaðu tó eisini eftir steðgin, at teir ikki eru lættir at syfta, og tí er lítið at ivast í, at talan kann gerast um heilt spennandi dyst í kvøld.
Dysturin verður spældur í Gøtu, og verður tað Dagfinn Olsen, sum skal ansa floytuni.
Dysturin um bronsuna verður á Argjum, har Ransin N. Djurhuus skal døma uppgerðina millum B36 og NSÍ.