Ungu menninir í brennideplinum

At Clayton bæði skoraði og síðani misnýtti møguleikan at javna til 2-2 við brotssparki, harmar B71 venjaran, sum kortini á ongan hátt var misnøgdur við Clayton ella nakran annan av sínum monnum

NSÍ 3 bóltar

B71 2 bóltar 

Eiga tað at vera teir ungu í Runavík, sum skulu manna FM liðið hjá NSÍ, ella skulu tað vera útlendingarnir, sum eiga fyrsta rætt. Hetta hevur tað verið nógv tosað um undan kappingarbyrjan, og tað er ikki so undarligt. NSÍ eigur nógvar ungar og evnaríkar spælarar, og NSÍ hevur í ár skaffað sær fleiri útlendskar spælarar.

Bæði ungir spælarar og útlendskir spælarar vóru á liðnum hjá meistarunum ímóti B71, og hesa ferð vóru tað ungu menninir, sum vóru í miðdeplinum.

Beinanvegin eftir steðgin smekkaði miðvallarin Bogi Løkin flatt langskot umvegis stólpan og í meskarnar aftanfyri Símun Rógva Hansen, sum enn eina ferð vísti, at hann er sannur brandur millum B71 stólparnar. Uppleggið átti ein av fremmandu monnunum Nenad Stankovic.

So var 1-1, og NSÍ fekk nýtt mót í stríðnum fyri at vinna. Ein annar av ungu NSÍ spælarunum skoraði sigursmálið, og ein triði av ungu monnunum átti uppleggið: Øssur Dalbúð, sum beinanvegin eftir hvíldina var komin á vøllin fyri eitt sindur skaðadarvaða Dejan, sum úr góðari støðu í 1. hálvleiki hevði havt stólpa út roynd, skoraði sigursmálið. Einar Hansen streyk ígjøgnum í vinstru, og Øssur Dalbúð, sum er ógvuliga svangur á besta liðnum at vísa, hvat hann megnar, rann ímóti fremra stólpa og stýrdi við høvdinum sera hegnisliga bóltin í málið.


Stríddust væl

NSÍ royndi beinanvegin at undirstrika, at tað vóru meistararnir, ið vóru á heimavølli. Men sandoyingar vóru á ongan hátt skelkaðir. B71 pakkaði seg ikki niður, og tá ið teir fingu fatur á bóltinum, vóru teir – ikki minst Clayton, Wellington og Símun Hansen - beinleiðis og ágangandi. Í 12. minutti skoraðu teir fyrsta málið í ár. Innlegg úr høgru rakar armin á Óla Hansen, dómarin peikar á ellivu metra blettin, og Clayton Soares var ósvikaliga tryggur.

Lítla løtu undan leikloki fekk Clayton Soares nýggjan møguleika úr ellivu metrum. Dómarin bríkslaði, tí hann hevði sær, at Nenad Stankovic aftanífrá hevði sparkað Rasmus Nielsen inn á øklarnar. Clayton valdi at seta bóltin í sama stað, sum hann hevði gjørt í 1. hálvleiki. Hesa ferð var Tórður Thomsen við upp á tað og bjargaði, og so vann NSÍ, sum hevði havt leikliga yvirvág og góðar møguleikar, uttan at teir høvdu verið støðugir og sannførandi.

- Eg fari ikki at peika eftir Clayton fyri tað, at hann misnýtti brotssparkið, sum – um bólturin fór í málið – kanska hevði borið við sær, at vit høvdu megnað javnleik og harvið eitt stig. Hann er ikki tann fyrsti, og hann verður neyvan tann seinasti, sum fer at misnýta brotsspark, staðfesti B71 venjarin, Eli Hentze, sum segði seg vera nøgdan við sínar menn:

- Ferð og bóltførleiki vóru óstøðug, og tað er ikki so merkiligt, tí talan er um fyrsta umfar. Men hugburðurin var framúr. Allir arbeiddu hundrað prosent fyri søkini. Tað er neyðugt, uttan mun til hvat mótstøðuliðið er. Ikki minst tá ið talan er um meistararnar á útivølli. Teir eru samanspældir og eina tonn frammanfyri okkum, staðfesti Eli Hentze.

NSÍ liðformaðurin, Óli Hansen, var væl nøgdur:

- Í fjør var ofta talan um teprar sigrar, sum vórðu vunnir síðstu løtuna. Gongdin tykist halda fram. Í dag var um reppið, at vit mistu sigurin orsaka av brotssparkinum, men vit komu undan. Serliga hugaligt er tað, at tað vóru ungu menninir, sum stóðu fyri málunum. Tað ræður nógv um hjá okkum at menna teir.