Ungverski dómarin hevur í regninum og fríska lotinum bríkslað fyri síðstu ferð í Klaksvík, har U-21 landsliðið fyri fyrstu ferð hevur átt heimavøll.
Máltalvan vísir 1-1, og tað boðar frá framgongd, tá ið úrslitini áður ímóti Norður Makedonia vera havd í huga. Í fyrraárið taptu Føroyar 7-1 á útivølli ímóti Norður Makedonia, og í fjør endaði tað við 2-1 tapi á heimavølli ímóti Norður Makedonia.
Í dag vóru Føroyar frammanfyri eftir fyrra hálvleik, tá ið sannførandi fyrsta koterið bar 1-0 við sær. Málið varð skorað eftir smáar tíggju minuttir. Føroyar áttu horna úr høgru, sum Stefan Radosavljevic legði innfyri. Við handara stólpa var eyðsýndi miðverjin Andrias Edmundsson hægstur og stýrdi við høvdinum bólin inn undir málið. Har varð støðan heilt vandamikil, málverjin royndi at sparka bóltin burtur, men tað endaði við, at bólturin umvegis ryggin á Andrass Johansen fór inn um málstrikuna.
Fyrstu løtuna vóru heimamenninir grammir, meðan gestirnir tóktust hava trupulleikar av graslíkinum, sum teir ikki eru vanir at spæla á.
Norður Makedonia mentist, tað vóru fleiri spentar støður í og kring føroyska brotsteigin, Bjarti Vitalis Mørk bjargaði meistarliga væl, tá ið hann tveitti seg eftir roynd av brotsteigarmarkinum, og eftir horna úr høgru høvdu gestirnir fimm minuttir undan steðginum heilt stóran møguleika at javna, men bólturin varð stútaður framvið handara stólpa.
Eftir steðgin vóru gestirnir meiri á bóltinum. Talan var ikki um nógvar upplagdar málmøguleikar. Tá ið tað tíggju minuttir eftir steðgin eydnaðist teimum at javna, var talan ikki um so sannførandi verjuspæl. Liðformaðurin Marko Gjorgjievski fekk høvi at venda sær og sneiða ein av mótstøðumonnunum av sær, áðrenn hann eitt sindur úr vinstru sendi bóltin í handara síðunetið.
So spentu gestirnir álopsbogan. Teir spældu við trimum í verjuni og tveimum í fremstu røð, men hóast trýstið øktist, og føroysku spælararnir ikki meiri vóru so sannførandi í nærdystunum og ikki vóru so neyvir í samanspælinum, so megnaðu føroyingarnir at halda tørn, og onkra ferðina var um reppið, at tað eydnaðist at koma í góða støðu.
Í hesi undankappingini hava Føroyar ikki tapt á heimavølli, har tað er endað við 2-0 sigri ímóti Armenia og 1-1 ímóti Fraklandi og Norður Makedonia. Á útivølli hava Føroyar tapt 2-0 í Armenia.
Føroyar – Norður Makedonia 1-1 (1-0)
U-21 EM undankappingardystur í Klaksvík hósdagin 7. oktober 2021 kl. 14.00
1-0: Andrass Johansen 8.
1-1: Marko Gjorgjievski 55.
Dómarabólkur úr Ungarn: Ferenc Karakó, Istvan Albert, Gergo Vigh-tarsonyi og Mihály Káprály (4. dómari)
Føroyar: Bjarti Vitalis Mørk, HB – Hanus Sørensen, Middelfart BK DK, Andrias Edmundsson, CDA Águilas FC SPA, Børge Petersen, KÍ, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ – Símun Sólheim, EB/Streymur (Áki D. Samuelsen, HB, 67.), Stefan Radosavljevic, liðformaður, HB, Noah Mneney, Víkingur (Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF NOR, 67.), Andrass Johansen, B36, Lukas G. Giessing, HB – Jonn Johannesen, KÍ (Steffan A. Løkin, B68, 46.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rasmus Nilsson, Hvidovre IF DK, Aleksandur Ó. Jensen, B68, Áki Johannesen, B68, Heini Sørensen, FC Midtjylland DK, Ingi Jonhardsson, Víkingur, Ragnar Skála, AB
Gult kort: Noah Mneney, Andrass Johansen
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Atli Gregersen