Ungur B36’ari til AB

John Hansen skal í komandi kappingarári spæla við uppflytarunum úr AB. Tað staðfestir heimasíðan hjá argjamonnum. Miðvallarin hevur øll síni ungdómsár spælt við B36, men vantandi spælitíð og tørvur á nýggjum avbjóðingum er orsøkin til, at havnardrongurin hevur leitað sær út á Argir.