Ungur drongur gjørdi um seg í Havn í nátt

Hann er nú tikin og verður skuldsettur fyri fleiri lógarbrot

Í nátt hevur løgreglan í Havn havt rættiligt stríð av einum ungum dreingi, sum gjørdi um seg.

Stríðið tók seg upp, tá ið hann fór inn í ein ólæstan bil, men hann fann ongar lyklar, so hann loysti bremsuna og rullaði eftir vegnum, til hann steðgaði, tvørt fyri á vegnum.


Síðani fór hann í ein bil afturat og har lógu lyklarnir í, so hann fór avstað við bilinum.

Á vegnum elvdi hann til fleiri ferðsluóhapp við tað at hann tríggjar, ella fýra ferðir rendir á hús og garðar og einaferð koyrdi hann eisini á ein bil.

Varðferðin -patruljan- hjá løgregluni, handtók mannin og flutti hann á støðina, har hann nú skal til avhoyringar.

Umframt at hava stolið tveir bilar, verður hann eisini skuldsettur fyri at koyra við ongum koyrikorti. Hann hevði aldur at fáa koyrikort, men hevði ikki tikið tað.  

Samstundis er illgruni um, at hann var rúsaður, so hann er eisini skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.


Men maðurin, sum átti bilin, tjóvurin koyrdi ígjøgnum býin við, fær eisini bót, tí løgreglan sigur, at hann læt lyklarnar liggja í bilinum og tað er ólógligt.