Regin Hammer, sum í dag starvast hjá Fíggjarmálastýrinum, skal taka við starvinum sum økonomur í leitingar- og framleiðslu deildini hjá DONG 1. mai. Hann skal arbeiða á høvuðsskrivstovuni, sum liggur í Hørsholm nærhendis Keypmannahavn.
Regin Hammer hoyrir til tað ættarliðið at ungum føroyingum, sum hevur valt oljuvinnuna sum sítt framtíðar livibreyð. Hugurin hevur alla tíðina verið til økonomi og lærugreinar við tilknýti til hesa lærugrein. Eftir lokið studentsprógv læs Regin økonomi á Fróðskaparsetrinum í eitt ár og higani gekk so leiðin til skotska oljubýin Aberdeen, har Regin tók eina trý ára útbúgving innan búskaparfrøði á Robert Gordon University.
Stóri áhugin hjá altjóða oljuheiminum fyri føroyska landgrunninum hevur helst eisini birt uppundir áhugan hjá Regini fyri oljuvinnuni, tí eftir lokna útbúgving í Aberdeen fekk hann eitt stipendium frá AMG-oljubólkinum (Tað eru Statoil, Mobil og Enterprise) at lesa við oljubúskaparfrøði við lærda háskúlan í Dundee. Eftir hetta arbeiddi Regin í eina tíð hjá Enterprise í London. Síðani gekk leiðin heim til Føroya og hevur Regin arbeitt hjá Fíggjarmálastýrinum í skjótt tvey ár. Har hevur hann serstakliga tikist við at tilrættaleggja kolvetnisskattalógirnar, sum nú eru samtyktar av løgtinginum.
Uppá fyrispurning um tað ikki verður ein missur fyri føroyskar oljumyndugleikar, at útbúgvin fólk sum hann fara til oljufeløgini at arbeiða sigur Regin Hammer, at hetta er ein náttúrligur útviklingur. Tað er eisini av týdningi at fáa føroyingar við í arbeiði at finna oljuna. Tað er eisini avmarkað, hvussu mong kunnu arbeiða innan tað almenna.
Stóra takið her heima er tikið við øllum fyrireikingunum til 1. útbjóðing, og harnæst er tað eisini eitt ynski frá føroyskum myndugleikum, at útlendsk oljufeløg, sum ætla at arbeiða við Føroyar, seta føroyingar í størv. Regin Hammer sigur, at hann hevur vónir um at skula arbeiða við Føroyaøkinum sum frálíður.
Fyri seg sjálvan er tað eisini ein størri faklig avbjóðing, tí hetta er tað øki hann hevur specialiserað seg í. Sjálvur heldur Regin Dong verða eitt áhugavert felag og hann sær fram til nýggju avbjóðingina.