Føroyski rokkbólkurin Týr hevur fingið nýggjan guitarleikara. Talan er um 26 ára gamla Hans Hammer úr Fámjin.
Hans Hammer er ikki ókendur á føroyska tungmálmspallinum. Hann hevur í fleiri ár verið oddamaður í suðuroyarbólkinum Asyllex - har hann bæði syngur og spælir guitar.
Hans Hammer hevur longu roynt seg á palli saman við Týr. Hetta var síðst í mai, tá Týr spældi á Víkingafestivalinum í Hovi. Hann slapp heilt væl frá uppgávuni tá, og nú er hann so kunngjørdur sum nýggjur fastur limur í Týr.
Týr hevur lagt eitt videobrot út á sína YouTube-síðu, har forsangarin Heri Joensen prátar við Hans Hammer um tónleik og annað. Hygg her:
##med2##