Ungur maskinmeistari er borgarstjóri

- Eg segði ikki ja beinanvegin, tá eg varð spurdur um uppstilling, men tað endaði við, at eg játtaði, sigur 35 ára gamli, Poul Jacob Poulsen, sum nú er borgarstjóri.

 

Á kommunuvalinum hin 10. november varð Poul Jacob Poulsen úr Kunoy fyrst valdur í bygdaráðið í Kunoyar kommunu. Í Kunoy, sum fevnir um bygdirnar, Kunoy og Haraldsund, er ikki politisk uppstilling, men vanligt er, at tað eru tveir listar - ein við valevnum úr Kunoy (A) og ein við valevnum úr Haraldssundi (B).

Á valinum gjørdist rættiliga tætt millum listarnar, har listi A fekk 51 prosent av atkvøðunum, og listi B fekk 49 prosent. Fimm umboð eru í kommununi, og tískil fekk listi A trý og listi B tvey, øll eru nývald.

Tað gjørdist eisini rættiliga tætt í atkvøðum millum tey fyrstu fýra, sum vórðu vald í bygdaráðið. Borgarstjórin, Poul Jacob Poulsen (A), fekk 19 atkvøður, Gunnhild Dahl Niclassen (B), sum er varaborgarstjóri, fekk 18, Jóhannes Christian Sofus Hansen (A) fekk 17, og Ramus Magnusson (B) fekk 16 atkvøður. 

At enda fekk Hans Pauli Purkhús (A) 12 atkvøður. 

Men, hvør er so 35 ára gamli, Poul Jacob Poulsen, sum fyllir 36 hin 29. januar í ár og sum nú situr í borgarstjórasessinum í kommununi? - Mamma mín, Eghild, fødd Mikkelsen, er úr Gøtu og pápin, Helgi Poulsen, eru úr Kunoy. Eg eri giftur Elsu, sum er úr Klaksvík, og tilsamans hava vit fýra børn. 

Hjúnini hava keypt húsini hjá ommu Poul Jacob í Kunoy, sum abbi hansara bygdi í 1940, og hesi hava tey sett í stand. - Vit eru glað fyri húsini, og vit eru glað fyri at búgva í Kunoy, men vit eru ikki heilt liðug við húsini enn, sigur nývaldi borgarstjórin.

Tá Poul Jacob Poulsen varð liðugur við 10. flokk, arbeiddi hann í eitt ár ella so í fiski hjá Antines Olsen í Klaksvík. Síðan fór hann at læra til elektrikara hjá Sigurdi Syderbø í Klaksvík. Liðugur sum elektrikari, helt hann, at skuldi hann lesa víðari, var helst best at fara í gongd beinanvegin. 

- Tú hevði vant teg við eina lærlingaløn, og var tú fyrst farin til arbeiðis og var byrjaður at tjena pengar, kundi tað kanska verið trupult at vent aftur til skúlan, heldur Poul Jacob Poulsen fyri.

Hann gjørdist liðugur sum elektrikari á heysti í 2007 og fór at lesa til maskinmeistara longu í januar í 2008. Hesa útbúgving fekk hann til jólar í 2010. - Við tað, at eg fyrst var útbúgvin elektrikari, kundi eg eftir lokið maskinmeistaraprógv saman við arbeiðsroyndum søkja SEV um pappírini sum el-instalatørur, og hesi fekk eg eisini í hús, sigur hann.

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin, er ein størri samrøða við nýggja borgarstjóran í Kunoyar kommunu, og her verður eisini skift orð um hansara arbeiðsroyndir og um arbeiðsplássið - RVtøkni, har hann nú starvast, samstundis sum hann skal røkja borgarstjórastarvið í Kunoyar kommunu.

##med2##