Ungur sosialistur vil veljast á løgting

Hon veit, hvussu tað er at vera ungur í Føroyum

 

Nú er greitt, at Oda Kjartansdóttir Strøm, verður eitt av valevnunum til løgtingsvalið seinni í ár.

 

Hon stillar upp fyri Javnaðarflokkin og tað er ungdómsfelagið hjá flokkinum, Sosialistisk Ung, sum stilla hana upp. 

 

Oda Kjartansdóttir Strøm er forkvinna í ungdómsfelagnum, men í tíðindaskrivi siga tey, at ætlanin er ikki, at hon bara skal umboða tey ungu á Løgtingið.

- Hon skal umboða øll tey í Føroyum, sum sakna, at vit hava eldhuga, hugsjón og hjarta í politikki, sum tey so avgjørd taka til í tíðindaskrivinum.

 

Oda Kjartansdóttir Strøm er 23 ára gomul og lesur politikk og umsiting á Fróðskaparsetrinum.

 

Sostatt veit hon, hvussu tað er at vera ungur í Føroyum, eisini við einum lestrarstuðuli, sum er so lágur, at tað neyðugt at hava mestsum fulltíðararbeiði við síðuna av.