Uni Arge við nýggjari fløgu

Hálvt annað ár eftir, at Uni Arge gav út sína fyrstu fløgu, ?Mitt í sjónum,? gevur hann 1. juli út sína næstu fløgu, ?Meldurtíð.? Á nýggju fløguni eru 12 nýggir sangir, sum Uni Arge hevur skrivað. Sangirnir á ?Meldurtíð? eru skrivaðir, síðan ?Mitt í sjónum? kom út 1. november í 2007, og snúgva seg m.a. um Føroya søgu, samfelagsliga stillstøðu, fólkalív, kærleika og tíðina, sum hurrar avstað og at enda fer við øllum.

 

- Tað var eitt stórt tak at gera ?Mitt í sjónum,? tí hon var mín fyrsta fløga, men fólk hava tikið væl ímóti henni, og nú haldi eg so fram. Einar fimm mánaðir eftir, at ?Mitt í sjónum? var komin út, fór eg at skriva allar teir nýggju sangirnar, og nú er so næsta fløgan upptikin og farin til prentingar, sigur Uni Arge.

 

Niclas Johannesen produseraði ?Mitt í sjónum,? og hann hevur eisini produserað ?Meldurtíð.? Uni greiðir frá, at nýggja fløgan er meira akkustisk enn tann fyrra, og í miðdeplinum eru sangirnir og frásagnirnar.

 

- Tá Niclas hevði játtað at produsera næstu fløguna, fóru vit í studio at arrangera allar sangirnar rundan um vokalin og guitaran hjá mær. Høvuðsreglan var, at frásøgnin skuldi vera í miðdeplinum. Í onkrum førum hava vit pumpað sangir upp við rockguitarum, men yvirhøvur er ?Meldurtíð? meira organisk og skaldslig enn ?Mitt í sjónum,? sigur Uni.

 

Hann sigur, at hann í mong ár hevur roynt at skrivað ein savnandi tjóðskaparsang, men at tað ongantíð hevur eydnast, tí antin endurtók hann bara gamlar sangir, ella helt hann lýsingarnar vera ov banalar. Men nú hevur tað eydnast.

 

- Sangurin eitur ?Dicuil skrivar.? Hann tekur støði í írska munkinum Dicuil, ið sum tann fyrsti nevndi Føroyar í eini landafrøði í ár 825. Eg varnaðist, at skuldi eg lýsa Føroyar á mín hátt, mátti eg fara aftur til upprunan og so flyta meg fram til okkara tíð. Sangurin er um víkingarnar, sum búsettust her, og sum sita her enn og spyrja, hvat teir skulu gera við oyggjarnar, sigur Uni.

 

Tónleikarar á ?Meldurtíð? eru Uni sjálvur, Niclas Johannesen, James Olsen, Mikael Blak, Kristoffur Mørkøre, Jákup Zachariassen, Tóri Restorff, Finnur Hansen og Gunnar Guttesen. Á fløguni syngur Malan Eyðunsdóttir við á eini duett. Kristoffur Mørkøre hevur ljóðblandað, og húsan hevur Høgni Egholm Magnussen gjørt.

 

?Meldurtíð? kemur út 1. juli.