UNIKLAX - Vitanardepil Norðoya

Størsta einstaka arbeiðspláss á Norðlandinum í Íslandi er UNAK – Háskóli Akureryrar. Í hesum tíðum hevði verið kærkomið at havt UNIKLAX – depil við vitan og arbeiðsplássum

Í kvøld verður skipað fyri fundi fyri “løgtingslimir, sum eru uppstillaðir í Norðuroyggjum.” Tíverri havi eg onga innbjóðing fingið, hóast eg fekk týðandi part av atkvøðum mínum í Norðoyggjum, eri sjálvstýristingmaður við flestu atkvøðum í Norðoyggjum, stillaði upp á sama lista norðoyingar og havi áhaldandi samband við partamenn og veljarar har norði. Hetta er harmiligt av tvinnanda orsøkum. Tann fyrra er, at tann bólkurin, ið samskipað vil virka fyri betraðum korum fyri Norðoyggjar verður minni og stendur veikari á tingi. Tann seinna er, at orðaskiftið verður verri, tí ongin er at smæla ímóti tí vanliga og lata onnur ískoyti út í kjakið.? ?Vitanardepil ?Undir orðaskiftinum um sonevndu tunnlarnar Norð um Fjall fanst eg at teimum, ið hava verið valdir við atkvøðum úr Norðoyggjum, tí Norðoyggjar sakka bert longur og longur afturút við teirra politikki.? ?Í fjør samtyktu vit á løgtingi at gera skúladepil í Tórshavn, nú at gera tunnlar Norð um Fjall; tað næsta verður universitet í Tórshavn og tunnil til Viðareiðis. Mynstrið er greitt: miðøkið raðfestir íløgur í vitan, sum geva nógv arbeiðspláss, bæði í gerð og eftir, festa ungdómin og skapa grundarlag fyri nýggjum vinnum – afturímóti raðfestur norðurøkið flutningskervið, ið tíverri ikki gevur stórvegis arbeiðspláss, men bert lættir um ferðina suður í meginøkið. At klaksvíkingur nr. 5.000 var tilnevndur fyri fjórðingsøld síðani, men fólkatalið síðani er fallið, sigur eisini alt um úrslitið av raðfestingunum hjá løgtings- og kommunalpolitikarum, “sum eru uppstillaðir í Norðuroyggjum.”? ?Hevði Sjálvstýri rátt fyri borgum, so broyttu vit tunnilslógina til “lóg um vitanardepil í Norðoyggjum.” Vit bygdu depil at húsa sjóvinnuútbúgvingum (skulu navigatørar ferðast um alla verðina, kunnu teir eisini taka bussin til Klaksvíkar undir lesnaði), vit stovnaðu útbúgvingar innan útgerðarvinnu, matvørufrøði og alskyns eftirútbúgvingar fyri sjófólk.? ?Hetta síðsta átti at verið av allar størstu vinnum í Føroyum. Mangir av okkara allar frægastu monnum ferðast fleiri ferðir árliga í onnur lond í oljuvinnu, at fiska rækjur í Grønlandi, seta línu í Noregi ella føra donsk farmaskip um stórhøvini. Hesir mugu brúka alsamt størri part av frítúrunum at ganga á skeið – oftast uttanlands. Gjørdu vit eftir mínum ráðum, so kundu vit veitt øll neyðug skeið í Føroyum; mong arbeiðspláss og stór inntøka stóðst av hesum; menn høvdu verið meira heima, og fóru teir á skeið, kundu teir ferðast til hús um kvøldið ella kanska tikið familjuna við til Klaksvíkar og ferðast í frálíka umhvørvinum har í nakrar dagar.? ?Norðoyastevna?Orðið “stevna” merkir bæði samkoma og ætlan. Okkum tørvar at orða nýggja ‘Norðoyastevnu’ ið miðvíst veitir hesum øki framburð. Havnaløg og asfalt mugu bíða nakað, tí samferðslukervið bøtir um vælferð, men tíverri ikki stórvegis um vinnu. Afturfyri liggja risastórir møguleikar í vitanarkervinum.? ?Løgnast er, at skúlaskapur í nýggjari tíð byrjaði í Norðoyggjum – í Klaksvík og í Føgrulíð, men fær nú so ringar sømdir frá teimum, “sum eru uppstillaðir í Norðuroyggjum.” ? ?Nú má stundin vera komin at flyta skúlaskap norð aftur í føðistað føroyskra framburðar. Stovni vit tí UNIKLAX.