Union Saint-Gilloise: Vælkomin Samuel

Samuel Johansen Chukwudi skal spæla við U23 liðnum hjá Union Saint-Gilloise

Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Samuel Johansen Chukwudi fer at skifta HB út við belgiska Union Saint-Gilloise. Nú váttar felagið skiftið og boðar frá, at 19 ára gamli miðverjin skal spæla við U23 liðnum at byrja við.

 

- Union Saint-Gilloise hevur lagt Samuel Chukwudi afturat U23-hópinum. Hann kemur frá HB í Føroyum. Felagið hevur leigað hann í eitt ár við møguleika at keypa miðverjan. Vit ynskja Samuel vælkomnan og góða eydnu, skrivar felagið í skrivi.

 

Samuel Johansen Chukwudi fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti, tá hann bleiv tveittur fyri leyvurnar í søguligu uppgerðini móti KÍ í 2020. Jens Berthel Askou, venjari, segði í tíðini eftir, at málið var at selja Samuel Chukwudi í framtíðini.

 

19 ára gamli Samuel Johansen Chukwudi hevur verið nógv merktur av skaðum síðani 2020. Hann hevur eisini verið útleigaður til Union Saint-Gilloise fyrr, har málið var at fáa miðverjan á beint aftur við skaðunum. Hann hevur gjørt tvey innhopp hjá HB í ár, og verður nú útleigaður til Belgia í eitt ár.