Fótbóltur
Lagt var upp til eina spennandi seinnu hálvfinalu millum Arsenal og Manchester United á Emirates Leikvøllinum í London. United vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og tí var mett, at Arsenal sum einki mál hevði latið inn á heimavølli í hesari Champions League kappingini, hevði ein góðan møguleika at koppa United.
Men tá teir 90 minuttirnir vóru farnir, hevði Arsenal-málverjin, Manuel Almunia, latið tríggjar bóltar inn í Arsenal-málið.
Arsenal var langt frá tí fulla potentialinum í stórum pørtum av dystinum ígjár, og vóru teir sjáldsama tamir í mun til dygdirnar, teir eiga á vøllinum. Manchester United vann 3-1 ígjár, og sostatt ein samlaðan 4-1 sigur.
Dreymabyrjan
Manchester United fekk eina dreymabyrjan, longu tá átta minuttir vóru farnir av dystinum. Ungi vinstri bakkurin hjá Arsenal, Kieran Gibbs gleið, og stríðsfýsni koreanarin hjá United, Ji-Sung Park, tók stundisliga av møguleikanum, og hann setti bóltin til høgru fyri Manuel Almunia og í netið til 1-0.
Tríggjar minuttir seinni økti Cristiano Ronaldo um leiðsluna. Portugisn skeyt eitt skot úr 36 metra fjarstøðu. Eitt skot, sum Almunia í Arsenal-málinum burdi tikið.
Arsenal, sum annars hevði lagt hart út, var nú fullkomiliga tikið av fótum, og mótbrekkan var longu sera tung hjá tí unga, evnaríka London-liðnum. Stutt aftaná 2-0 málið hevði Ronaldo aftur eina góða roynd á Arsenal-málið, men hesaferð var Almunia vakin og bjargaði fyri. Arsenal hevði bóltin nógv, men tað var United sum skapti teir stóru málmøguleikarnar.
United byrjar betur
United byrjaði betri í seinna hálvleiki. Tíðliga í seinna hálvleiki fór Ronaldo framvið Johan Djourou, og skeyt eitt gott skot ímóti málinum, men Almunia bjargaði aftur.
Spanski málverjin hevði kortini ongan møguleika at bjarga, tá United skoraði til 3-0. Ronaldo hælaði bóltin til Ji-Sung Park, sum spældi bóltin víðari til Wayne Rooney. Rooney spældi bóltin víðari til Ronaldo, sum tá hevði runnið 70 metrar oman eftir vøllinum, fyri at vera við í álopsstøðuni.
Einsamallur við Almunia sveik Ronaldo ikki, og hann buldraði bóltin upp undir nettakið úr 12 metra fjarstøðu.
Tá byrjaðu fleiri av heimaáskoðarunum at rýma, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur.
Tá 75 minuttir vóru farnir bleiv Darren Fletcher vístur av vølli, fyri eina takling á Cesc Fabregas. Fletcher hevði samband við bóltin, men hann kom samstundis at fella Fabregas.
Dómurin dømdi brotsspark, og gav Fletcher tað reyða kortið. Robin van Persie sendi brotssparkið upp í vinstra málhorn, uttan møguleika fyri Edwin van der Sar í United-málinum at bjarga.
Fabregas fekk ein stóran møguleika stutt undan leikloki, men hann tók ikki av, tá hann var spældur fríur.
United er sostatt klárir til Champions League finaluna, sum verður spæld á olympiska leikvøllinum í Rom, mikukvøldið 27. mai klokkan 19.45 føroyska tíð.
Spurningurin er so, um vit fáa eina endurtøku av finaluni millum Manchester United og Chelsea í fjør, ella um talan verður um eina endurtøku av finaluni millum steypavinnarnar í 1991, tá Manchester United og Barcelona møttust í finaluni?