Champions League fótbóltur var í kvøld aftur á skránni á Old Trafford, eftir at Manchester United í fjør ikki var við í kappingini.
Les eisini: Champions League á Old Trafford
Manchester United spældi í kvøld fyrra undankappingardystin til Champions League kappingina ímóti Club Brugge, og Manchester United hevur ognað sær eitt gott útgangsstøðið til seinnu uppgerðina í Belgia.
Heimaliðið fekk tó ein stóran skelk frá byrjan, tí longu aftaná átta minuttir, løgdu gestirnir úr Club Brugge seg á odda, eftir at miðvallarin, Michael Carrick, var so óheppin, at hann gjørdi sjálvmál.
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn Manchester United vendi dystinum.
Høvuðsmaðurin hjá Manchester United í dystinum var nýggja hollendska stjørnuskotið, Memphis Depay, sum bæði skoraði til 1-1 og 2-1 fyri Manchester United. Gjøgnumgangandi var hann stóra ljóspunktið í dystinum, og var hepni við honum, kundi hann eisini væl havt skorað hattrick.
Seinasta málið í dystinum skeyt Marouane Fellaini í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, eftir at Memphis Depay hevði lagt innfyri úr vinstru.
Hóast tryggan sigur, so hevði Manchester United aftur í kvøld trupulleikar við álopsspælinum. Liðskiparin, Wayne Rooney, spældi sum einsamallur áleypari, og hevði sum heild trupult við at koma fram til kjansir. Tað var eisini sigandi fyri hansara avrik, at Wayne Rooney eftir 84 minuttir varð útskiftur.
Seinna uppgerðin, sum verður spæld í Belgia, verður um átta dagar.
Manchester United – Club Brugge 3-1 (2-1)
0-1 Michael Carrick (Sjálvmál), 8.
1-1 Memphis Depay, 13.
2-1 Memphis Depay, 43.
3-1 Marouane Fellaini, 90.