Síðani David Moyes fekk sekkin týsmorgunin, hava fleiri gitingar verið um, hvør nýggi maðurin í manager-stólinum á Old Trafford verður.
Louis van Gaal hevur støðugt verið nevndur millum favorittarnar, og nú skrivar blaðið, De Telegraaf, at umboð fyri Manchester United í gjárkvøldið blivu samd við hollendska venjaran.
Van Gaal, sum er 62 ára gamal, er í starvi sum hollendskur landsliðsvenjari, og tí kann hann byrja, so skjótt HM-endaspælið í summar er av. Hann hevur áður vant stórfeløg sum Ajax, Barcelona og Bayern Munchen, so tað verður roknað við, at hann hevur royndirnar, sum krevjast, tá tú skalt standa á odda fyri einum stórfelag. Sum skilst er tað ein partur av avtaluni, at van Gaal sleppur at brúka á leið 750 mió kr. í summar, tá hann skal styrkja um hópin.