United-legendur á Tórsvøll

Bryan Robson, Dwight Yorke, Andy Cole og Lee Sharpe eru millum stjørnurnar, sum ætla sær at dystast móti løgmanni og øðrum føroyskum United-fjepparum.

Dysturin skal spælast tann 28. august klokkan 17, og eftir dystin verður stuðulstiltak í hølunum hjá Dansifrøi, har matur og drekka verður at fáa, umframt at tað sjálvandi ber til at fáa sær eitt prát við mongu fótbóltslegendurnar. Ágóðin av tiltakinum fer óskerdur til Krabbameinsfelagið.

Tað er føroyska fjepparafelagi hjá Manchester United, sum skipar fyri tiltakinum. Sjálvur dysturin verður 2X35 minuttir, og á enska liðnum verða væl kend nøvn so sum Clayton Blackmore, David May, Lee Martin, Lee Sharpe, Bryan Robson, Dwight Yorke og Andy Cole.

Føroyska liðið tykist eisini vera væl mannað. Ebbe Kristin Thomsen, sum er høvuðsfyriskipari, sigur, at teir hava fingið tilsøgn um luttøku frá eitt nú Jens Kristian Hansen, Tummas Eli Hansen, John Petersen, Jákup á Borg og sjálvum løgmanni, Kaj Leo Holm Johannesen.

Skal tiltakið gerast veruleiki, er tó neyðugt, at undirtøkan er nóg stór, og tí verður biðið um, at fólk teknað seg stuðulstiltakið í høllini hjá Dansifrøi í seinasta lagi 24. juni. Kostnaðurin fyri luttøku á stuðulstiltakinum er kr. 1.000 fyri hvønn, og tilmelding fer fram á tlf 561575 ella við at senda teldupost til [email protected].