Í kvøld vera báðar tær seinnu hálvfinalurnar í Champions League leiktar. Týskvøldið leiktu Barcelona og Chelsea, har Barca skuldi royna at venda einum 3-1 tapi, og Lazio og Valencia møttust eisini í Róm, har fyrri dysturin endaði ikki minni enn 5-2 til Valencia, men blaðið var farið til prentingar, tá hesir dystir vóru avgreiddir.
Porto skal hava mál
Í kvøld tekur Manchester United so ímóti Real Madrid, meðan Bayern München fær vitjan av Porto. Fyrri dysturin millum Bayern og Porto endaði 1-1, og hóast alt kann henda, er Bayern favorittur at spæla seg til hálvfinaluna, tí Porto skal í minsta lagi hava eitt mál, um teir skulu koma víðari. Tað vil so siga, at Porto skal fram á vøllin og skapa nakað, og tað kann jú geva Bayern bæði pláss og málmøguleikar í hinum endanum. Porto spælir tó sera sterkan álopsspfótbólt, og fáa teir eitt mál, er alt aftur opið. Dysturin í kvøld verður eisini sermerktur av brasilianskum álopsspælið, tí álopið hjá Bayern verður nevniliga mannað av tveimum vandamiklum brasilianarum, Paulo Sergio og Giovane Elber. Í hinum endanum fer Mario Jardel, sum eisini er brasilianari, uttan iva at seta sín dám á spælið, og hetta fer vónandi at geva ein spennandi og málríkan dyst.
Eyguni vend móti Old Trafford
Men flestu eyguni vera uttan iva vend móti Old Trafford, har Champions League vinnararnir frá í fjør, Manchester United, taka ímóti kongaliga høvuðsstaðarliðnum Real Madrid. United er í sera góðum formi í løtuni, har teir m.a. vunnu 4-0 í vikuskiftinum á Sunderland, og seinasta vikuskiftið sorlaðu teir West Ham sundur við einum sannførandi 7-1 sigri. Real Madrid er eisini væl koyrandi í løtuni, hóast teir ikki hava spælt líka sannførandi sum United. Í heimligu kappingini vunnu teir í vikuskiftinum 1-0 móti einum øðrum toppliði, Real Zaragoza, og seinasta vikuskiftið vunnu teir eisini 1-0, tá var mótstøðuliðið Celta Vigo.
Fyrri dystur teirra millum endaði 0-0, men Real Madrid hevði yvirvág í spælinum og betri møguleikar, hóast United eisini hevði møguleikar at leggja seg framum.
Í tí dystinum var United málverjin Mark Bosnich dagsins maður, meðan verjuleikarin Jaap Stam eisini spældi ein ótrúliga góðan dyst, har hann fleiri ferðir steðgaði Morientes, Raul og co. í síðstu løtu. Í álopspartinum hjá United var Andy Cole ein reglulig hóttan, og spaniólarnir máttu eisini allatíðina hava eyguni við vandamikla Dwight Yorke.
Skal ein favorittur í kvøld útnevnast, má tað helst vera Manchester United, av tí at teir hava heimavøll, men alt í alt tveir sera spennandi dystir millum Bayern München- Porto, og Manchester United-Real Madrid.