Manchester United hevur í vikuni boðað frá, at sáttmálin við navnframa venjaran, José Mourinho, er longdur. Hann hevur sitið í hálvt annað ár av upprunaloga trý ára sáttmálanum, men longu nú er sáttmálin longdur í eitt ár.
- Vit hava sett yvirleggjaran høgt við at vinna trý steyp upp á eitt kappingarár, men tað er slíkt eg vnti mær av liðum hjá mær. Vit eru í holt við at skapa umstøður til eina stóra framtíð í Manchester United, sigur José Mourinho.
José Mourinho, sum blívur 55 ár í dag, hevur samstundis fingið eina lønarhækkan. Sambært bretskum miðlum er árslønin farin frá 117 milliónum krónum til 128 milliónir krónur.
Hann hevur staðið á odda fyri 99 dystum hjá Manchester United higartil. Av teimum hevur hann vunnið 61, spælt 23 javnar og tapt 15 dystir. Manchester United er í løtuni nummar tvey í Premier League.