Síðani 2008 hevur brasilski høgri bakkurin, Rafael da Silva, umboðað Manchester United. Hesi árini hevur hann spælt 169 dystir fyri Manchester United, men nú er líkt til, at Rafael ikki spælir nakran dyst nummar 170 fyri United.
Forsetin í franska Lyon hevur nevniliga kunngjørt á Twitter, at Rafael er komin til býin. Brasiliumaðurin skal til læknakanning og samráðast um persónligu viðurskiftini við felagið seinni í dag. Tó manglar Lyon framvegis at blíva ásamt við Manchester United um ein keypsprís.
Seinastu árini hevur Rafael verið fastur maður á høgra bakki hjá United, men hendan støðan varð broytt, tá ið Louis van Gaal bleiv venjari í felagnum í fjør. Nú er italski Matteo Darmian eisini keyptur til plássið, og tí tykist eitt skifti vera skilagott fyri 25 ára gamla brasiliumannin.