Fyrsti dysturin í 3. umfari í Premir League hevur verið í dag. Her var dramatikkur til seinasta bríksl millum Brighton og Manchester United – og so eitt sindur afturat. Tí Manchester United skoraði faktist avgerandi málið til 3-2, eftir at dómarin hevði brísklað fyri seinastu ferð.
Neal Maupay legði heimaliðið á odda við brotssparki stutt fyri hálvleik, men bara fáar minuttir seinni javnaði Harry Maguire fyri Manchester United. Í seinna hálvleiki legði Marcus Rashford Manchester United á odda við framúr máli, har hann fleiri ferðir fintaði verjuna hjá Brighton.
Brighton var betra liðið og kom til fleiri málmøguleikar. Tað var eisini uppiborið, tá Solly March skoraði fýra minuttir inni í yvirtíðini. Tríggjar minuttir seinni bríkslaði dómarin fyri seinastu ferð, eftir at Manchester United hevði sent eitt hornaspark innfyri.
Tað kom tó røringur í teir í reyðum, sum vildu hava brotsspark. Hóast dómarin hevði bríkslað fyri seianstu ferð, so fór bólturin í hondina á Neal Maupay áðrenn dómarin bríkslaði. Tí kann VAR hyggja eftir støðuni og vísti greitt, at tað var brotsspark til Manchester United, sum Bruno Fernandes umsetti til mál.
Manchester United tapti í fyrsta umfari móti Crystal Palace á heimavølli, tí kemur sigurin væl við. Tað sleppa framvegis ikki áskoðarar til dystir, og tí verður bara ein dystur spældur á gangin. Teir eru spjaddir yvir alt vikuskiftið og mánakvøldið.
##med2##
##med3##
##med4##
1 | Leicester | 2 | 2 | 0 | 0 | 7:2 | 6 |
2 | Everton | 2 | 2 | 0 | 0 | 6:2 | 6 |
3 | Arsenal | 2 | 2 | 0 | 0 | 5:1 | 6 |
4 | Liverpool | 2 | 2 | 0 | 0 | 6:3 | 6 |
5 | Crystal Palace | 2 | 2 | 0 | 0 | 4:1 | 6 |
6 | Tottenham | 2 | 1 | 0 | 1 | 5:3 | 3 |
7 | Manch.City | 1 | 1 | 0 | 0 | 3:1 | 3 |
8 | Aston Villa | 1 | 1 | 0 | 0 | 1:0 | 3 |
9 | Leeds | 2 | 1 | 0 | 1 | 7:7 | 3 |
10 | Brighton | 3 | 1 | 0 | 2 | 6:6 | 3 |
11 | Chelsea | 2 | 1 | 0 | 1 | 3:3 | 3 |
12 | Wolves | 2 | 1 | 0 | 1 | 3:3 | 3 |
13 | Manch.Utd | 2 | 1 | 0 | 1 | 4:5 | 3 |
14 | Newcastle | 2 | 1 | 0 | 1 | 2:3 | 3 |
15 | Burnley | 1 | 0 | 0 | 1 | 2:4 | 0 |
16 | West Ham | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:4 | 0 |
17 | Sheffield Utd | 2 | 0 | 0 | 2 | 0:3 | 0 |
18 | Fulham | 2 | 0 | 0 | 2 | 3:7 | 0 |
19 | Southampton | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:6 | 0 |
20 | WBA | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:8 | 0 |