Liverpool hevði bert oddasessin til láns í nakrar tímar, tí nú er Manchester United aftur á odda í Premier League. Manchester United vann 5-2 á Tottenham á Old Trafford Leikvøllinum í Manchester. Tottenham var á odda 2-0 í hálvleikinum
Tað sá annars einki út hjá Manchester United í steðginum. Hóast málmøguleikar, so eydnaðist tað ikki heimaliðnum at koma á talvuna í fyrra hálvleiki. Tottenham var effektivari, og í 29. og 32. minutti skoraðu Bent og Modric til 1-0 og 2-0 til Tottenham.
United trýsti aftur í øðrum hálvleiki, men tað skuldi eitt nakað ivasamt brotsspark til, sum Howard Webb dømdi, tá hann metti, at Gomez í Tottenham-málinum feldi Michael Carrick. Ronaldo sett brotssparkið í netið, og so koyrdi tokið við fullari ferð. 10 minuttir seinni javnaði Rooney til 2-2, minuttin aftaná legði Ronaldo United á odda við einum stútara, og løtu seinni økti Rooney til 4-2. Síðani gekk ein lítil løta, og tá staðfesti Dimitar Berbatov sigurin. Samlað hevði Manchester United væl fleiri royndir á málið, og var talan um ein uppibornan sigur, um enn fyrsta málið var ivasamt.
Støðan í oddinum í Premier League :
1 Manchester United 33 24 5 4 61-23 77
2 Liverpool 34 21 11 2 66-26 74
3 Chelsea 34 21 8 5 56-20 71
4 Arsenal 33 17 11 5 58-32 62
5 Aston Villa 34 15 10 9 50-44 55
6 Everton 34 14 11 9 48-36 53
7 Fulham 34 12 11 11 34-28 47
8 West Ham 34 12 9 13 38-38 45
9 Manchester City 34 13 5 16 53-45 44
10 Tottenham 34 12 8 14 41-41 44