Roknað verður við, at Manchester United nú fer at leggja nógv fyri í royndini at keypa franska framherjan karim Benzema, eftir at bæði Ronaldo og Tevez fara úr United. Og okkurt bendir á, at Lyon er til reiðar at selja evnaríka spælaran. Stjórin í felagnum sigur, at um United kemur við einum nóg stórum boði, so kann tað verða, at teir selja. United sleppur neyvan niðanfyri 200 milliónir krónur í keypsprísinum.