UNRWA-leiðarin vil ikki leggja frá sær

12 av starvsfólkunum í ST-hjálparfelagsskapinum fyri palestinsk flóttafólk eru søgd úr starvi, tí illgruni er um, at tey vóru við í álopunum á Ísrael hin 7. oktober í fjør.

Leiðarin fyri ST-hjálparfelagsskapin fyri palestinsk flóttafólk (UNRWA), Philippe Lazzarini, sigur, at hann vil ikki víkja sessin, hóast Ísrael hevur heitt á hann um at gera tað.

 

Herfyri gjørdist tað kent, at hjálparfelagsskapurin kannar útsagnir um, at fleiri av teirra starvsfólkum vóru partur av Hamas-álopunum á Ísrael hin 7. oktober í fjør.

 

UNRWA kannar uppáhaldini, og 12 av starvsfólkunum í ST-hjálparfelagsskapinum eru søgd úr starvi. Felagsskapurin sigur, at skuldsetingarnar móti starvsfólkunum verða kannaðar.

 

Fleiri lond hava hildið aftur við at stuðlað hjálpararbeiðnum hjá UNRWA síðan avdúkingarnar, men nøkur lond velja framhaldandi at veita felagsskapinum fíggjarligan stuðul.

 

ST-aðalskrivarin, António Guterres, hevur heitt á londini, sum hava stuðlað ST-hjálpararbeiðnum gjøgnum UNRWA um framhaldandi at veita stuðul til arbeiðið millum flóttafólk.

 

Tað eru tíðindastovurnar, Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi seinnapartin í dag.