Upp í 10 stig í dag

Ein veik hitabrúgv yvir Føroyum fer í ein norðan og síðani liggja Føroyar í einum lýggjari rákið av eystri og landsynningi. Kortini koma brúgvaløg við regni og skýggjum inn yvir oyggjarnar.

 

Veðrið í dag

Fyrrapartin skýggjað og regn ella sirm her og har, í støðum mjørki, men út á dagin klárar í og sólin sær. Hitin millum 7 og 10 stig. Í kvøld og í nátt gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst klárt, men seinni skýggjað. Hitin um 5 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 7 til 12 m/s, um kvøldið og náttina av landsynningi og eystri. Sólglottar, men sum frá líður skýggjað og um náttina fer at regna. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 4 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 7 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men sum frá líður yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m7s, sum um dagin øtlar vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, eitt skifti møguliga andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Týsdagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, sum seinni snarar í ein sunnan. Mest skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 9 stig.