Ein kuldabrúgv vestan fyri Føroyar fer í ein eystan og viknar, og lýggjari men slavin luft verður liggjandi yvir Føroyum. Leygardagin fer eitt lágtrýst nær Írlandi í ein eystan og viknar. Mánadagin fer eitt nýtt brúgvalag inn yvir Føroyar av útsynningi.
Í dag verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt, men framvegis skýggjað og í støðum mjørki. Hitin alt samdøgrið millum 9 og 13 stig.
Fríggjadagin verður lot til andøvsgul av landnyrðingi, undir 8 m/s, sum út á dagin frískar upp í 10 m/s av eystri. Fyri tað mesta skýggjað og í støðum mjørki ella sirm, men onkrir sólglottar í støðum. Hitin um dagin millum 12 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millm 10 og 15 stig, í støðum upp í 17 stig. Um náttina niður í 7 til 10 stig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s. Turt og sólglottar, men stundum meiri skýggjað og mjørkaflókar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 m/s, sum út á náttina makar niður í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, fyri tað mesta av suðri. Skýggjað og regn, men seinni klárar í. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, fyri tað mesta av suðri. Turt og sólglottar, um náttina møguliga mjørkaflókar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina niður í 10 stig.