Tað er fitt av vindi kring landið, boðar Landsverk frá á heimasíðuni í morgun. Tí mátararnir hjá Landsverki siga, at tað er hvassur vindur í hvirlunum fleiri støð kring landið.
Í Syrðadali eru upp í 27 m/s. Á Oyndarfjarðarvegnum eru upp í 29 m/s. Á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð eru upp í 30 m/s. Við Velbastaðháls eru upp í 27 m/s. Tað eru upp í 26 m/s í Hvalba. Á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum eru upp í 34 m/s. Og á Porkerishálsi upp í 26 m/s.
Danska veðurstovan DMI sigur um veðrið í dag, at tað verður strúkur í vindi upp í skrið, 13 - 18 m/s av suðri og útsynningi, sum seinnapartin minkar til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 - 15 m/s. Í kvøld og í nátt snarar vindurin móti landsynningi. Tað verður skíggjað og í morgun fer at regna naða, men seinnapartin og í nátt verður í høvuðsheitunum turt. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig.