Uppflytararnir eru á heimavølli

Næstsíðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini verður ídag

26. og næstsíðsta umfar í fyrstu deild í fótbólti verður seinnapartin ídag. Allir spurningar um plaseringar eru svaraðir undan tveimum teimum síðstu umførunum.

EB/Streymur, sum hevur vunnið gull og harvið skal spæla í bestu deildini næsta ár, fær vitjan av FC Suðuroy, sum hevur tryggjað sær bronsukrónurnar.

07 Vestur, sum hevur vunnið silvurkrónur og skal spæla í fremstu røð næsta ár, fær vitjan av teimum næstbestu hjá HB.

Giza Hoyvík er á veg til Klaksvíkar. Síðsta leygardag misti Giza Hoyvík møguleikan at vinna bronsu, tá ið niðurflutta AB vann 1-0 í Gundadali.

KÍ er á fimta plássi, men tað er bara eitt stig aftur til NSÍ, sum í dag fær vitjan av B71, sum er flutt niður.

AB fær vitjan av Víkingi, sum er á áttanda plássi.

Fyrrapartin hevur tað regnað illa og verið frískur vindur. Forsøgnin sigur, at tað slítur út á seinnapartin, og at vindurin fer at minka.

KÍ-Giza Hoyvík: Bjarki Danielsen kl. 15.30

NSÍ-B71: Bent Tommy Linklett Kl. 15.00

EB/Streymur-FC Suðuroy: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 13.00

07 Vestur-HB: Súni Fríði Barbá kl. 16.00

AB-Víkingur: Rúni Olsen kl. 16.30

Støðan undan 26. umfari

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50