Uppflytararnir tykjast tryggir

EB/Streymur-FS Vágar 3-2 (2-0)

Við sigrinum á vágamonnum tykjast uppflytararnir úr EB/Streymi at hava tryggjað sær framhaldandi luttøku í bestu deildini komandi kappingarár

 

Fótbóltur


Annað vikuskiftið á rað skuldu vágamenn spæla botndyst, tá teir sunnudagin vitjaðu á Eiði, har uppflytararnirr úr EB/Streymi spæla sínar heimadystir.

Eftir sigurin á B71 fyri viku síðani sluppu vágamenn sær av niðasta sessinum, og ivaleyst var tað við vónini um at vinna seg enn longur upp, at farið varð til Eiðis, har ein sigur kundi innibera, at liðið eisini lyfti seg upp um dystin um upp- og niðurflyting.


Lág ferð

Tá vágamenn vunnu dystin á B71 var fremsta vápnið í so máta stríðsfúsni hugburðurin, sum leikararnir høvdu við sær á vøllin, men hesin tóktist at liggja eftir har vesturi sunnudagin.

Leikferðin fyrstu trý korterini var ógvuliga lág, og komst hetta eina mest av, at liðini bæði at kalla bert bíðaðu eftir hvørjum, soleiðis at tey heldur vildu sleppa at spæla kontrafótbólt. Av tí sama vórðu liðini eisini varin, tá farið varð í álop. Nógvir mans vórðu hildnir aftan fyri bóltin, og yvirhøvur var talan um sera fáar málmøguleikar.

Gestirnir vóru tó sera blíðir móti vertunum, tí eftir á leið eitt korter, fekk Sorin Anghel eina gávu av teimum heilt stóru. Jógvan Hendrik Samuelsen og Jákup Joensen misskiltu hvønn annan í eini at síggja til vandaleysari støðu, og rumenski álopsmaðurin hjá EB/Streymi er ikki spælarin, sum letur eitt tílíkt tilboð fara framvið, og tað gjørdi hann so heldur ikki hesa ferð.

Hetta betraði sum vera man enn meira um fyritreytirnar hjá heimaliðnum at dúva upp á kontraálopini. Vágamenn vórðu noyddir at flyta seg longur niðan á vøllin, men hóast hetta, so eydnaðist sjáldan at seta gongd á nakað veruligt álop. Spælið gekk alt ov seint niðan eftir vøllinum, so verjurnar høvdu tíð at skipa seg, og ógvuliga sigandi skuldi eiini ein deyðbóltur til, áðrenn heimaliðið fekk økt um leiðsluna.

Fríspark varð sent innfyri, og har var Andrzej Pacek hægstur, soleiðis at hann kundi gera sítt næsta fyrstudeildarmál í føroyskum fótbólti. Hitt fyrsta gjørdi hann, tá hann í fyrsta dystinum fyri KÍ í 1999 skoraði móti B68.


Vendu dystinum

Høvdu vágamenn verið dølskir í fyrra hálvleiki, so var tað kanska fyri at goyma orku til seinna hálvleik, tí í øllum førum komu teir út sum eitt óløgi, tá farið varð í holt við seinna umfarið.

Kanska loypti hetta eisini hvøkk á vertirnar, sum allar helst hildu seg hava tryggjað sær stigini, go tað gingu heldur ikki meira enn tíggju minuttir, so stóð aftur á jøvnum.

Aftur var upprunin til málið eitt fríspark. Sparkað varð langt fram eftir vølinum, har Jákup Joensen longdi fríspark inn um verjuna. Vladlens Osipovs gjørdist púra leysur, og hóast skotroyndin var meira enn hálvkiksað, so varð endin tann, at bólturin rullaði í málið.

Bert fimm minuttir seinni tók Tór-Ingar Akselsen, sum júst er komin aftur til landið, málið í egnar hendur. Eftir at hava runniuð ein djúpan bólt upp, sneiddi hann ein verjuleikarar av sær, áðrenn hann við einum skrúvandi skotið sendi bóltin upp í handara málhorn av brotsteigarmarkinum.


Esmar átti trumfin

Leingi sá nú út til, at javnleikur skuldi gerast endaliga úrslitið, men mest sum liðini høvdu sligið seg til tols við hesum, langaði Esmar Eiðisgarð seinasta trumfin á borðið.

Ein bóltur varð sendir inn fyri vágamálið, og í fyrstu atløgu tóktist vandin ikki so stórur. Stútað varð útfrá, men tá bólturin kom niður, smekkað Esmar til, og uttan nakran møguleika hjá Arturas Ramoskas streyk bólturin í málið.

Málið tryggjaði EB/Streymi sigurin á kappingarneytunum í botninum, og allar helst tryggjaði hetta eisini liðnum framhaldandi tilveruna í bestu mansdeildini. Í øllum førum er sera ilt at ímynda sær, at teir skulu missa fimm stiga-leiðsluna niður til FS Vágar, og at hetta er hent longu fimm umfør undan kappingarloki kann ikki sigast vera annað enn imponerandi av einum uppflytara.

Vágamenn mugu hinvegin helst sláa seg til tols við, at teir aftur í ár skulu spæla móti einum aðru deildarliðið um rættin til at verða í bestu deildini komandi kappingarár.

Heilt tryggar kunnu teir tó ikki kenna seg, og tí eiga teir at leggja alla orku í at vinna sær í øllum førum eitt stig komandi dystirnar. Megna teir tað, er lítið at ivast í, at málið fyri kappingarárið er rokkið.


EB/Streymur-FS Vágar 3-2 (2-0)

1-0: Sorin Anghel 16

2-0: Andrzej Pacek 45

2-1: Vlad Osipov 50

2-2: Tór-Ingar Akselsen 56

3-2: Esmar Eiðisgarð 87


Dómari: Birgir Sondum (B36)


EB/Streymur: Gunnar á Steig - Ólavur Poulsen, Andrzej Pacek, Alfred Jacobsen, Andreas J. Dahl, Esmar Eiðisgarð, Ronnie Samuelsen, Eyðfinnur Joensen, Christian Carlsson - Sorin Anghel, Jón Sigurð Gleðisheygg

FS Vágar: Arturas Ramoskas ? Jákup Joensen, Jógvan Hendrik Samuelsen, Jack Johansen ? Ruslan Ruslan Screlea, Hannus Olsen, Jón Nielsen, Vladlens Osipov ? Tór-Ingar Akselsen, Sonni Johansen, Birgir Joensen