Uppgerð í Páll Finnur Páll

Oddamenninir í Páll Finnur Páll og tveir tilkomnir trubadurar hittast í øðrum umfari av singer/songwriter 2003 kappingini, sum verður hildin í Hafnia Lounge

Leygarkvøldið klokkan 21 byrjar annað umfar av singer/songwriter 2003 kappingini hjá Hotel Hafnia. Kappingin varð sera væl móttikin fyri tveimum vikum síðani. Fýra luttakarar bjóða seg fram hesuferð.

Andaligur skopiningur
47 ára gamli Pól Hentze fer at spæla andaligan fólkatónleik leygarkvøldi. Tónlistarligu røturnar hjá honum finna vit í samkomuni Betania í Skopun, haðani Pól er ættaður. Í løtuni er hansara borgarliga starv lærari í Hoyvíkar skúla, men tónleikurin hevur altíð hingið við, og hann spælir kanska meira nú enn nakrantíð. Pól heldur, at fólk, sum spæla andaligan tónleik, eiga at stíða fram til tílík høvi.
-Tey trúgvandi eiga onga orsøk at isolera seg. Tú nýtist ikki at umskylda, at tú er til, sigur Pól.
Bólkinum Hermann og Gigga spældi Pól við í sjeytiárunum, men annars hevur hann ikki verið við til nakra útgávu. Hann flutti til Havnar fyri sjey árum síðani, og familjulívið er stóra inspiratiónin til sangirnar hjá honum.
Leygarkvøldið fer Pól at spæla trý løg hjá sær sjálvum, og tað er øll rættiliga nýggj. Onkur sangur er ikki heilt liðugur enn, men tað verður klárt leygarkvøldið, lovar Pól.

Forelskaður sjónleikari
Finnur Jensen er 21 ára gamal og havnarmaður. Tónleikaliga uppvøksturin eigur hann í Tórshavnar musikskúla. Har spældi hann serliga saksofon, men er seinni vorðin meira kendur sum popptónleikari.
Í bólkinum Páll Finnur Páll er Finnur oddamaður saman við Páll Oddur Rubeksen, ið eisini er við í hesum undanumfarinum av singer/songwriter 2003. Ì løtuni liggja Páll Finnur Páll ovast á 15 teimum bestu við sanginum hjá Finni, "Forelskaður Sjónleikari".
- Eg eri kanska ein forelskaður sjónleikari sum sangari og yrkjari. Míni sangir hava altíð eina søgu. Men tað týdningarmesta er at sleppa at geva út og spæla fyri fólkið, tí annars hópast alt ov nógv upp innanborða, sigur Finnur Jensen.
Hann fer at spæla tríggjar føroyskar sangir leygarkvøldið.

Blandaðar persónligheitr
Hin oddamaðurin í Páll Finnur Páll er ein av tveimum Pállum í bólkinum. Við eftirnavninum Rubeksen hevur Páll Oddur skrivað helmingin av sangunum og løgunum hjá bólkinum.
21 ára gamli Páll Oddur byrjaði at spæla gittar sum fjúrtan ára gamal og hevur ikki verið til at steðga síðani.
- Eg geri bæði sangir til Páll Finnur Páll og til mín sjálvan, men ongar ætlanir eru um at fara solo. Havi bara nógvan tónleik, sum eg fegin vil sleppa at spæla, og so er hetta høvi jú frálíkt, sigur Páll Oddur.
Sjálvur rópar Páll Oddur sangirnir, hann fer at spæla leygarkvøldið, fyri melidiøsar og friðarligar. Og evnið er persónligheitir - ymsar persónligheitir hjá ymsum fólkum.

Fjøllbroyttur listamaður
Elsti luttakarin í singer/songwriter í ár er Tønnes Mikkelsen. Hann er fjøllbroyttur listamaður á Langasandi, sum bæð fæst at yrkja, gera løg og træskurðir. Àrini eru vorðin 56 ár, og Tønnes hevur ikki hug at siga stórt meira um seg sjálvan.
Hann sigur kortini, at hann kann bólkast sum vísusangari - ein stovuyrkjari. Tey, sum vilja vita meira um Tønnes, mugu hyggja framvið Hafnia Lounge leygarkvøldið fyri at hoyra hann og hinar luttakararnar.


Myndatekstur

Páll Finnur Páll liggja ovast á 15 teimum bestu í hesum døgum. Leygarkvøldið skulu tveir av tónleikarunum í bólkinum kappast ímóti hvørjum øðrum