Upphiting og stórskíggi

Tað skerst ikki burtur, at ein fittur av teimum mongu føroyingum, sum búleikast niðri, eru sera fótbóltshugaðir. Tí er áhugin fyri brakinum í Parkini sum vera man stórur, og at føroyingar so eiga part í FKC-liðnum, ger hann neyvan minni.
Á føroyska náttklubbanum í danska høvuðsstaðnum, Jacques, fara tey eisini at syrgja fyri, at so nógvir føroyingar sum gjørligt fáa fylgt við dystinum.
Sum vant, so verður talan um upphiting til brakið, og longu 16.30 lata dyrnar upp til hetta. Hjá teimum, sum síðani ætla sær í Parkina, er møguleiki at taka buss beinleiðis til Parkina, og hevur tú einki atgongumerki, so er heldur ikki at falla í fátt. Tey hava nevnliga fingið fatur í tveimum stórskíggjum, soleiðis at øll væl og virðiliga kunnu fylgja við í tí, sum fyriferst, og eftir dystin standa dyrnar framvegis opnar, so eisini tá verður talan væntandi um nógv fótbóltsprát á staðnum.