Upphiting til ólavsøku

Leygardagin verður marknaðardagur úti í Bakka í Havn. Hetta er triðja árið á rað, at Kiwanis felagsskapurin skipar fyri hesum tiltaki, sum av mongum verður mett at vera eitt slag av upphiting til stevnurnar og ikki minst til ólavsøkuna.

Marknaðardagurin, sum serstaklig er fyri børn og ung, byrjar klokkan 10 og endar klokkan 18. Hesar tímarnar verður skipað fyri nógvum tiltøkum í Vágsbotni og úti í Bakka. Har eru framsýningar, rógving, fuglaberg, kúlubað, klatriveggur, spurnarkapping og sum nakað heilt nýtt tráðufiskikapping. Møtt verður úti í Bakka at innskriva seg til kappingina og síðani verður lagt frá landi. Tað er bert loyvt at fiska við tráðu, og tann, sum fær mest, fær steyp.

Framsýningarnar eru eisini áhugaverdar. M.a. verður framsýning við gomlum motorum, og Bátafelagið fer at sýna fram báta- og skipsmodell. Av øðrum tiltøkum kann nevnast uppvísing í karate, køkutobola, mattombola, lutaseðlasøla umframt tær mongu sølubúðirnar við grønmeti og fukt, poppkorni, ísi, pylsum, kaffi, breyði, vaflum osfr. Eisini verður nógvur tónleikur á skránni við hornorkestri, sangkóri og jazzorkestri.

Ein rúgva av ymsum feløgum eru við til at fylla karmarnar út í hesum stóra tiltaki, sum limir í Kiwanis hava lagt til rættis nú í eina tíð. Millum hesi eru Glottin, AFS,. Skótalið Sigmund Brestisson, KFUM og KFUK, Sankta Jørund, Rovarar, Stuðulsfelagið fyri svimjihul í Nólsoy, Bátafelagið, Parkinssonsfelagið, Astma- og Allergifelagið, Gigtafelag Føroya, Sílaveiðufelagið, Tórshavnar Manskór, Havnar Hornorkestur, Seksáringurin Greipur, Føroya Ferðaleiðarafelag ofl.

Peningurin, sum kemur inn fyri atgongumerki, fer til at hjálpa neyðstøddum børnum.