Sum fyrireiking til undankappingina í oktober, luttekur U19 í Lyngby Cup, har føroyingarnir royna seg móti ymsum feløgum.
Fyrsti dysturin í ársins útgávu av kappingini var á skránni í gjár. U19 spældi móti Hvidovre, og fingu dreingirnir eitt væl uppiborið stig.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at dysturin var leiktur í umleið 30 hitastigum, so umstøðurnar vóru ikki heilt sum her heima.
Hvidovre legði seg á odda í fyrra hálvleiki, men eftir stegðin fekk innskifti Jan Ellingsgaard javnvág í úrslitið. Danirnir løgdu seg aftur á odda, tá sjey minuttir restaðu av dystinum, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Rógvi Holm til endaliga úrslitið 2-2.
Samanumtikið vóru føroyingarnir væl við, og tað var uppiborið, at U19 fekk stig burtur úr dystinum.
Hesir spældu í gjár:
Hans Jørgensen ? Heri Nesá, Rógvi Holm, Viljormur Davidsen (62.: Jan Ellingsgaard), Jógvan Isaksen (46.: Monrad H. Jacobsen) ? Erling Jacobsen, Martin Tausen (67.: Gunnleif Olsen), Karl Løkin ? Jóan Símun Edmundsson (67.: André Olsen), Páll Klettskarð, Jógvan Rói Davidsen (75.: Klæmint Olsen)
Á beinkinum uttan at koma inn:
Erland Danielsen og Petur M. Magnussen