Tað eru ikki meira enn tríggjar vikur síðani, at Sumba og ÍF hittust í bólkaspælinum í kappingini um løgmanssteypið. Tá vann ÍF stórsigur 11-0 í Fuglafirði, og tí væntaðu tey flestu helst, at fuglfirðingar fóru at vinna ein lættan sigur á Krossinum í Sumba sunnudagin, men so varð ikki.
ÍF stórar møguleikar
í fyrra hálvleiki
Bæði liðini høvdu góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki. Einar fimm reisur vóru fuglfirðingar leysir við málverjanum hjá sumbingum, Rúna Lisberg, men hvørja ferð antin bjargaði Rúni ella vóru fuglfirðingarnir óneyvir.
Sumbingar høvdu eisini onkrar málmøguleikar áðrenn hálvleik. Millum annað hevði Dánjal Johan Joensen eitt gott skot, sum Erling Joensen í ÍF-málinum bjargaði meistarliga. Eisini hevði danski leikarin hjá sumbingum, Thomas Birch, ein dupultmøguleika, tá ið hann skeyt eitt gott skot, sum Erling hálvbjargaði, og í aðru atløgu skallaði danin bóltin í føvningin á Erlingi.
Sumbingar yvirvág eftir steðgin
Seinni hálvleikur var fyri ein stóran part eitt stórt trýst frá sumbingum á ÍF-málið. Fuglfirðingar vóru sjáldsamir gestir í brotsteiginum hjá heimaliðinum, og tey flestu bíðaðu bert eftir, at sumbingar fóru at seta hol á. Leingi var at bíða, tí ikki fyrr enn fýra minuttir fyri leiklok fingu sumbingar sigursmálið. Eirikur Joensen fekk ein bólt nakað aftan fyri miðjuna, hann snaraði sær á og sendi bóltin inn um verjuna hjá fuglfirðingum, har Dánjal Johan Joensen var fyrstur á honum og sendi bóltin millum beinini á Torkil Hansen og í handara síðunet, uttan møguleika hjá Erlingi Joensen í málinum at bjarga. Erling stóð annars ein sera góðan dyst, og var helst einasti fuglfirðingur, sum kundi fara av vøllinum, nøgdur við sítt avrik.
ÍF undirmetti sumbingar
Ein ÍF-leikari, sum Ítróttarsosialurin hevur prátað við, sigur, at teir ikki tóku uppgávuna í álvara, og at teir høvdu vunnið dystin, áðrenn teir fóru inn á vøllin. Hann sigur, at teir allir sum ein, við undantaki av Erling Joensen í málinum, spældu væl undir miðal.
Sumbingar harafturímóti høvdu spæligleðina og vóru nógv naskari á vøllinum. Teir vildu vinna dystin, og tað gjørdu teir eisini!