Upplýsing alneyðug

Úr landstýrinum sigur Kate Sanderson í stuttari viðmerking til greinina í Jyllands-Posten, at blaðið er lopið fram av og teir hava ikki kannað málið gjølla. Hon metir, at stóri áhugin fyri Watson kemur av, at hann er yvirgangsmaður og eftirlýstur fleiri staðir

Kate Sanderson sigur, at Jyllands-Posten møguliga hevur tíðindini frá Sea Shepherd av internetinum ella úr einum tíðindaskrivi. Greinin kemur úr USA, har Sea Shepherd heldur til, so hetta er tilfar, sum ikki eingang er sent út í heim.

- Greinin nevnir Aldi. Tá rætt skal vera rætt, so er tað bert ein partur av handilsketuni Aldi, ið ikki ætlar at endurnýggja sáttmálan við føroyska fiskaútflytaran Julius Johannesen í Klaksvík, ið hevur samband við Aldi. Sea Shepherd tekur sær heiðurin og blæsir hetta upp og fær fjølmiðlarnar við, sigur Kate Sanderson, sum heldur, at neyðugt er at skilja millum veruleika og róp.

- Watson er yvirgangsmaður og eftirlýstur í fleiri londum. Tí er umráðandi at fáa fyritøkurnar, ið samstarva við føroyingar, at skilja, hvat tað er fyri fólk, ið teir hava við at gera. Ætla teir at boyggja seg fyri yvirgangsmonnum, so er heilt galið, metir Kate Sanderson.


Teir angra

_ Vit undirmeta ikki málið, men vit mugu fylgja við og fáa tað ítøkiliga fram, sigur Kate Sanderson.

Hon metir, at danska blaðið er lopið framav og ikki kannað málið gjølla.

- Men tað gera teir nú. Teir ringdu til mín í morgun, so eg vænti at teir angra eitt sindur, sigur Kate Sanderson, ið bíðar spent eftir, hvat Jyllands-Posturin skrivar framyvir.

Annars er Paul Watson í løtuni mest upptikin av at steðga hvalaveiðuni hjá upprunafólki, indiánum, í USA. Hetta kann ein t.d. lesa um á heimsíðuni hjá felagsskapinum.


Mugu upplýsa

Kate Sanderson sigur seg ræðast mest, hvussu slík tiltøk, sum tað hjá Aldi, kunnu ávirka onnur.

- Í Íslandi tosa tey um at taka hvalaveiðu uppaftur. Men so eru tað ferðavinnan og fiskivinnan, ið gera vart við seg, og so koma fjølmiðlarnir uppí. Men royndirnar hjá okkum og í Noreg vísa, at alt hóvastákið í miðlunum samsvarar ikki við veruleikan.

Kate Sanderson metir, at umráðandi er at hava nýtt og gott tilfar at vísa á. Hesum verður arbeitt við í løtuni, so fyritøkur kunnu vísa sínum handilssambondum á ítøkiligt tilfar. Men eisini er neyðugt at gera mun á ymsu felagsskapunum. Tey, ið mótmæla grindadrápi í dag, og sum vit hoyra nakað til, eru bert tey mest óseriøsu. Bert tey eru eftir í dag, vísir Kate sanderson á.

Hon vísir á, at felagsskapir, sum Sea Shepherd skilja ikki politisku viðurskiftini millum Danmark og Føroyar. Heldur ikki mentanarlig viðurskifti skilja teir og so brúka teir sína vantandi vitan yvir fyri øðrum, ið vita minni.

Í løtuni verður arbeitt við at fáa vinnlívið við í arbeiðið at gera kunnandi tilfar. Hetta at upplýsa metir Kate Sandeson sum tað týdningarmiklasta, nú ágangur aftur er ímóti grindadrápi.